
Føroya Pedagogfelag mælir sínum limum og øllum øðrum um at fara á val
Eitt Løgtingsval gevur hvørjum borgara sær møguleikan at gera sína ávirkan galdandi. Hetta er ikki ein sjálvsøgd ella ein lítið týðandi avgerð ella møguleiki. Hyggja vit runt um í heimin, vita vit, at tað eru ikki øll, sum hava hendan møguleikan - tí mugu vit fjálga um okkara fólkaræði og gera okkara ávirkan galdandi.
Fyri okkum í Pedagogfelagnum er hetta valið ikki ein spurningur um høgra ella vinstra, loysing ella samband. Fyri okkum snýr tað seg einamest um, hvussu viðurskiftini hjá teimum, sum vit sum felag umboða, síggjast aftur í førda politikkinum. Eitt val gevur okkum møguleikan at minna á, hvørji mál vit sum felag, meta mugu takast upp. Tað er í tí høpinum, at Føroya Pedagogfelag, longu áðrenn valið varð útskrivað, legði fram trý ynski til løgtingsvalið 2015.
Hesi ynskini vóru um eitt lógarfest minstamark av tímum til hvørt barnið á stovni. At arbeiðið við at smíða eina tænastulóg, sum vernd og trygd hjá fólki, ið tørvar námsfrøðiligan stuðul í gerandisdegnum, umframt eitt ynski um at arbeiðast skuldi við at skipa eina almenna lønartalvu.
Vit hava leitað í ymisku valskráunum hjá politisku flokkunum, vit hava roynt lurta eftir kjakinum og vit hava boðið okkum fram at práta við tey ymisku valevnini og flokkarnar um hesi ynski.
Valskráirnar
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin nevna “Tænastulógina” í valsráum sínum. Hetta eru vit fegin um. Fólkaflokkurin vendi aftur og boðaði frá at tilfari var sent øllum valevnunum.
Sambandsflokkurin hevur, harumframt, nøkur lyfti til fólk við serligum avbjóðingum, bútilboð og skúlatilboð.
Valskráin hjá Javnaðarflokkinum er mest ítøkilig og m.a. verður nevnt:
- Í samráð við Pedagogfelagið vil Javnaðarflokkurin menna dagstovnaøkið fram á leið.
- Arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá námsfrøðingum og hjálparfólkum verða endurskoðað og dagførd í mun til nútíðar krøv.
- Minstamark skal vera fyri, hvussu nógvar tímar, starvsfólk skulu hava til hvørt barnið, sum gongur á dagstovni.
Eisini er ein partur um almannapolitikk.
Í valskránni hjá Nýtt Sjálvstýri hava vit ikki sæð nakað til okkara ynski.
Tjóðveldi, sum eisini er ein av stóru flokkunum, hevur skrivað at fólk við serligum avbjóðingum skulu tryggjast virðilig kor og javnbjóðis atgongd til samfelagið. Og so siga tey eisini, at barnagarðsøkið og fólkaskúlin skal styrkjast og mennast o.a..
Framsókn umrøður ikki beinleiðis ynskini, men hevur setningar um lívslang menning og læring “úr vøggu í grøv” og annars, at “børn og foreldur her fáa eina fyrstafloks tænastu, sum hvílir á eini tíðarhóskandi námsfrøðiligari grund”.
Miðflokkurin nevnir ikki okkara ynski í teirra valskrá.
Kjakið - valfundir
Í kjakinum runt um landið hevur lítil og eingin dentur verið á vøggustovur, barnagarðar ella frítíðarskúlar, ei heldur hevur tað sosiala økið ella fólk, sum hava tørv á námsfrøðiligum stuðli verið í miðdeplinum. Hetta er sera harmiligt og eg haldi, at miðlarnir í hesum ikki hava røkt sína skyldu á nøktandi hátt. Evnini, sum miðlarnir taka upp, er við at gera av, hvat hevur týdning hjá politikarunum at taka upp.
Prátið við ymisku valevnini og flokkunum.
Sum nakað nýtt bjóðaði
Pedagogfelagið seg til at práta við
ymisku valevnini og flokkarnar um okkara ynski. Hetta gjørdu
vit í góðari tíð,
og flokkarnir og valevnini skuldu havt møguleikan at taka
okkara ynski við í
valskráir teirra og kjak annars. Súsanna Olsen, svaraði
við eini grein, beint eftir at greinin hjá
felagnum kom út, har hon vísti á
at Framsókn fult stuðlaði ynskjunum hjá
Pedagogfelagnum.
Eftir hetta hava umboð hjá
nevndini í Pedagogfelagnum
seinastu vikurnar havt stutt prát við
umboð fyri flestu av politisku flokkunum.
Sambandsflokkurin, við Gitte Klein og Rósu
Samuelsen, vóru fyrstar og vit høvdu eitt gott prát,
har okkara ynski vóru viðgjørd.
Eisini hava vit prátað við
flest øll valevni hjá Miðflokkinum, sum
eisini vístu stóran áhuga
í boðskapi okkara. Og
vit hava vitjað Javnaðarflokkin, har vit
fingu eitt gott prát og fingu útgreinað
ynski okkara saman við Aksel Johannesen og Djóna
Nolsøe Joensen. Seinasti flokkur, ið
hevur víst áhuga, var so Tjóðveldi, har Ingolf
Sólheim Olsen og Bjørt Samuelsen møttu til eitt prát.
Hesir báðir seinastu flokkarnir søgdu seg taka undir
við okkara trý
ynski.
Samanumtikið
Valstríðið hevur í stóran mun hug at gloyma okkara “bleyta” øki. Tá onkrir flokkar umrøða familjupolitikk og ætla at peningur skal fylgja barninum, kann tað samstundis vera til beinleiðis ampa fyri tað námsfrøðiliga arbeiðsøkið. Tí talan kann tá vera um fleiri børn, sum ikki koma á stovn og eru tá fleiri størv í vanda.
Tað er ikki bara størvini sum standa upp á spæl, tí samstundis er hetta ein háðan móti fakligheitini, at leggja upp til, at tað skal vera líka gott fyri børnini, at ein tilvildarlig “au-pair” skal taka sær av børnunum, heldur enn ein stovnur við útbúnum fakfólki. Tað vísir eisini, at virðingin og kanska serliga forstáilsið av økinum ikki er serliga gott. Tað hevur týdning at ganga í barnagarði, eins og tað hevur týdning at ganga í skúla. Og tað eru tað fleiri orsøkir til, sosialar, menningarligar og lærumessigar.
At enda vil eg viðmæla øllum at seta tykkum inn í valskráirnar og sjálvi gera tykkum nakrar tankar um, hvar tykkara krossur gagnar best.
Lesið sjálvi valskráirnar her:
Valskráin hjá Fólkaflokkinum: http://d4cc1bb0701c7a6b47f3-d0cf45db0587fa413af3f5641fa48013.r51.cf1.rackcdn.com/myfiles/1439896336_valskr2015.pdf
Valskráin hjá Sambandsflokkinum: http://samband.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fSkj%26oslash%3bl+til+leinkir+pdf%2f2015+Framl%26oslash%3bga+av+valskr%26aacute%3b+l%26oslash%3bgtingsvali%26eth%3b++2015+Almenn+%26uacute%3btg%26aacute%3bva_+sni%26eth%3bgivin.pdf
Valskráin hjá Javnaðarflokkinum: http://www.j.fo/Vis-tidindi.aspx?ID=10&Action=1&NewsId=1495&PID=8
Valskráin hjá Nýtt Sjálvstýrið: http://sjalvstyri.fo/politikkur/valskra-til-logtingsvalid-2015/
Valskráin hjá Tjóðveldi: http://www.tjodveldi.fo/?page_id=5360
Valskráin hjá Framsókn: http://da72ec4c49cd7ed8057c-a6079c230690f8e53709e84257891700.r60.cf1.rackcdn.com/myfiles/1439975620_framsokn_faldari.pdf
Valskráin hjá Miðflokkinum: http://www.midflokkurin.fo/valskra/
Sí okkara trý ynski her: http://www.pedagogfelag.fo/tidindi/vis-grein/grein/try-ynski-til-komandi-loegtingsval-367/
Jógvan Philbrow
Formaður, Føroya Pedagogfelag