Føroya Pedagogfelag mælir sínum limum og øllum øðrum um at fara á val

Eitt Løgtingsval gevur hvørjum
borgara sær møguleikan at gera sína
ávirkan galdandi. Hetta er ikki ein sjálvsøgd
ella ein lítið týðandi avgerð
ella møguleiki. Hyggja vit runt um í
heimin, vita vit, at tað eru ikki øll, sum hava hendan
møguleikan - tí mugu vit fjálga um okkara fólkaræði
og gera okkara ávirkan galdandi.



Fyri okkum í Pedagogfelagnum er hetta valið
ikki ein spurningur um høgra ella vinstra, loysing ella
samband. Fyri okkum snýr tað
seg einamest um, hvussu viðurskiftini hjá
teimum, sum vit sum felag umboða, síggjast aftur í
førda politikkinum. Eitt val gevur okkum møguleikan
at minna á, hvørji mál
vit sum felag, meta mugu takast upp. Tað er í
høpinum, at Føroya
Pedagogfelag, longu áðrenn valið
varð útskrivað, legði
fram trý ynski til løgtingsvalið
2015.



Hesi ynskini vóru um eitt lógarfest minstamark
av tímum til hvørt barnið
á stovni. At arbeiðið
við at smíða eina tænastulóg,
sum vernd og trygd hjá fólki, ið
tørvar námsfrøðiligan stuðul
í gerandisdegnum, umframt eitt ynski um
at arbeiðast skuldi við at skipa eina almenna lønartalvu.



Vit hava leitað í
ymisku valskráunum hjá
politisku flokkunum, vit hava roynt lurta eftir kjakinum og vit hava boðið
okkum fram at práta við
tey ymisku valevnini og flokkarnar um hesi ynski.



Valskráirnar



Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin
nevna “Tænastulógina”
í valsráum
sínum. Hetta eru vit fegin um. Fólkaflokkurin vendi aftur og boðaði
frá at tilfari var sent øllum valevnunum.



Sambandsflokkurin hevur, harumframt, nøkur lyfti til fólk
við serligum avbjóðingum, bútilboð
og skúlatilboð.



Valskráin hjá
Javnaðarflokkinum er mest ítøkilig og m.a. verður
nevnt:



- Í samráð
við Pedagogfelagið
vil Javnaðarflokkurin menna dagstovnaøkið
fram á leið.



- Arbeiðs-
og lønarviðurskiftini hjá
námsfrøðingum og hjálparfólkum verða
endurskoðað og dagførd í
mun til nútíðar krøv.



- Minstamark skal vera fyri, hvussu nógvar tímar,
starvsfólk skulu hava til
hv
ørt barnið,
sum gongur á dagstovni.



Eisini er ein partur um almannapolitikk.



Í valskránni hjá
Nýtt Sjálvstýri hava vit ikki sæð
nakað til okkara ynski.



Tjóðveldi, sum eisini er ein av stóru
flokkunum, hevur skrivað at fólk við
serligum avbjóðingum skulu tryggjast virðilig
kor og javnbjóðis atgongd til samfelagið. Og so siga tey
eisini, at barnagarðsøkið
og fólkaskúlin skal styrkjast og mennast o.a..



Framsókn umrøður ikki beinleiðis
ynskini, men hevur setningar um lívslang menning og læring
“úr vøggu í
grøv” og annars, at “børn
og foreldur her fáa eina fyrstafloks tænastu,
sum hvílir á eini tíðarhóskandi
námsfrøðiligari grund”.



Miðflokkurin nevnir ikki okkara ynski í
teirra valskrá.



Kjakið -
valfundir



Í kjakinum runt um landið
hevur lítil og eingin dentur verið
á vøggustovur, barnagarðar
ella frítíðarskúlar, ei heldur
hevur tað sosiala økið
ella fólk, sum hava tørv á
námsfrøðiligum stuðli verið
í miðdeplinum. Hetta er sera harmiligt og eg
haldi, at miðlarnir í hesum ikki hava røkt
sína skyldu á nøktandi hátt.
Evnini, sum miðlarnir taka upp, er við
at gera av, hvat hevur týdning hjá
politikarunum at taka upp.



Prátið við ymisku valevnini og flokkunum.



Sum nakað nýtt bjóðaði
Pedagogfelagið seg til at práta við
ymisku valevnini og flokkarnar um okkara ynski. Hetta gjørdu
vit í góðari tíð,
og flokkarnir og valevnini skuldu havt møguleikan at taka
okkara ynski við í
valskráir teirra og kjak annars. Súsanna Olsen, svaraði
við eini grein, beint eftir at greinin hjá
felagnum kom út, har hon vísti á
at Framsókn fult stuðlaði ynskjunum hjá
Pedagogfelagnum.

Eftir hetta hava umboð hjá
nevndini í Pedagogfelagnum
seinastu vikurnar havt stutt prát við
umboð fyri flestu av politisku flokkunum.
Sambandsflokkurin, við Gitte Klein og Rósu
Samuelsen, vóru fyrstar og vit høvdu eitt gott prát,
har okkara ynski vóru viðgjørd.
Eisini hava vit prátað við
flest øll valevni hjá Miðflokkinum, sum
eisini vístu stóran áhuga
í boðskapi okkara. Og
vit hava vitjað Javnaðarflokkin, har vit
fingu eitt gott prát og fingu útgreinað
ynski okkara saman við Aksel Johannesen og Djóna
Nolsøe Joensen. Seinasti flokkur, ið
hevur víst áhuga, var so Tjóðveldi, har Ingolf
Sólheim Olsen og Bjørt Samuelsen møttu til eitt prát.
Hesir báðir seinastu flokkarnir søgdu seg taka undir
við okkara trý
ynski.

Samanumtikið



Valstríðið
hevur í stóran mun hug at
gloyma okkara “bleyta” øki. Tá
onkrir flokkar umrøða familjupolitikk og ætla
at peningur skal fylgja barninum, kann tað
samstundis vera til beinleiðis ampa fyri tað
námsfrøðiliga arbeiðsøkið.
talan kann tá
vera um fleiri børn, sum ikki koma á
stovn og eru tá fleiri størv í
vanda.



Tað er ikki bara størvini sum standa
upp á spæl, tí
samstundis er hetta ein háðan móti fakligheitini,
at leggja upp til, at tað skal vera líka gott fyri børnini,
at ein tilvildarlig “au-pair”
skal taka sær av børnunum, heldur enn
ein stovnur við útbúnum
fakfólki. Tað vísir eisini, at virðingin
og kanska serliga forstáilsið av økinum ikki er serliga
gott. Tað hevur týdning at ganga í
barnagarði, eins og tað
hevur týdning at ganga í skúla. Og tað
eru tað fleiri orsøkir til, sosialar,
menningarligar og lærumessigar.



At enda vil eg viðmæla øllum
at seta tykkum inn í valskráirnar og sjálvi
gera tykkum nakrar tankar um, hvar tykkara krossur gagnar best.



Lesið sjálvi valskráirnar her:



Valskráin hjá
Fólkaflokkinum: http://d4cc1bb0701c7a6b47f3-d0cf45db0587fa413af3f5641fa48013.r51.cf1.rackcdn.com/myfiles/1439896336_valskr2015.pdf



Valskráin hjá
Sambandsflokkinum: http://samband.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fSkj%26oslash%3bl+til+leinkir+pdf%2f2015+Framl%26oslash%3bga+av+valskr%26aacute%3b+l%26oslash%3bgtingsvali%26eth%3b++2015+Almenn+%26uacute%3btg%26aacute%3bva_+sni%26eth%3bgivin.pdf



Valskráin hjá
Javnaðarflokkinum: http://www.j.fo/Vis-tidindi.aspx?ID=10&Action=1&NewsId=1495&PID=8



Valskráin hjá
Nýtt Sjálvstýrið: http://sjalvstyri.fo/politikkur/valskra-til-logtingsvalid-2015/



Valskráin hjá
Tjóðveldi: http://www.tjodveldi.fo/?page_id=5360



Valskráin hjá
Framsókn: http://da72ec4c49cd7ed8057c-a6079c230690f8e53709e84257891700.r60.cf1.rackcdn.com/myfiles/1439975620_framsokn_faldari.pdf



Valskráin hjá
Miðflokkinum: http://www.midflokkurin.fo/valskra/



Sí okkara trý ynski
her: http://www.pedagogfelag.fo/tidindi/vis-grein/grein/try-ynski-til-komandi-loegtingsval-367/




Jógvan Philbrow



Formaður, Føroya Pedagogfelag