Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fólkatingslimir á veg í kirkju í morgun, áðrenn Fólkatingið verður sett á middegi. Tey eru f.v.: Karen Elleman-Jensen, Søren Pind, Kristian Jensen og Fatma Øktem úr Vinstraflokkinum og Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Fólkatingið verður sett í dag

Politiska árið hjá fólkatingslimum er í morgun byrjað við gudstænastu, áðrenn forsætisráðharrin heldur setanarrøðu sína á middegi

Fyrsta týsdag í oktober á hvørjum ári kemur Fólkatingið saman, og tað merkir, at fólkatingssetan byrjar klokkan 12.00 í dag, danska tíð.

Fólkatingslimir byrjaðu dagin við gudstænastu í Christiansborg Slotskirkju kl. 10. Hetta er siðvenja og minnir nakað um ólavsøkugudstænastuna her hjá okkum.

Eins og ólavsøkan er hátíðardagur í Føroyum, er fyrsti týsdagur í oktober ein hátíðarlig staðfesting av fólkaræðinum í danska tjóðartinginum.

Nakað av spenningi er um, hvat ið forsætisráðharrin fer at siga um støðuna í ríkisfelagsskapinum, eftir at ES-handilsstongsulin er av. Annað, ið skapar spenning, eru leysatíðindi um, at stjórnin fer at skriva út fólkaatkvøðu um fyrivarnið, ið Danmark hevur fyri rættarliga samstarvinum í ES.

Roknast skal við einari røðu, ið er nakað hvassari enn undanfarin ár, tí innan eitt ár verður fólkatingsval í kongaríkinum.

Hósdagin verður orðaskifti um setanarrøðu forsætisráðharrans, og tá er vanligt, at eisini teir føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir taka orðið.