Fólkatingið verður sett í dag



Politiska árið hjá fólkatingslimum er í morgun byrjað við gudstænastu, áðrenn forsætisráðharrin heldur setanarrøðu sína á middegi



Fyrsta týsdag í oktober á hvørjum ári kemur Fólkatingið saman, og tað merkir, at fólkatingssetan byrjar klokkan 12.00 í dag, danska tíð.



Fólkatingslimir byrjaðu dagin við gudstænastu í Christiansborg Slotskirkju kl. 10. Hetta er siðvenja og minnir nakað um ólavsøkugudstænastuna her hjá okkum.



Eins og ólavsøkan er hátíðardagur í Føroyum, er fyrsti týsdagur í oktober ein hátíðarlig staðfesting av fólkaræðinum í danska tjóðartinginum.



Nakað av spenningi er um, hvat ið forsætisráðharrin fer at siga um støðuna í ríkisfelagsskapinum, eftir at ES-handilsstongsulin er av. Annað, ið skapar spenning, eru leysatíðindi um, at stjórnin fer at skriva út fólkaatkvøðu um fyrivarnið, ið Danmark hevur fyri rættarliga samstarvinum í ES.



Roknast skal við einari røðu, ið er nakað hvassari enn undanfarin ár, tí innan eitt ár verður fólkatingsval í kongaríkinum.

Hósdagin verður orðaskifti um setanarrøðu forsætisráðharrans, og tá er vanligt, at eisini teir føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir taka orðið.