![](/myndir/myndin-17051_r_705_0.jpg)
Fólkaheilsuráðið skipaði fyri Nordisk Rusmiddel Seminar 2018
Nordisk rusmiddel seminar 2018 hevur verið í Føroyum í ár. Fólkaheilsuráðið var vertur fyri seminarinum, sum landsstýriskvinnan í Heilsu- og innlendismálaráðnum, Sirið Stenberg, setti mikumorgunin 22. august. 40 fólk úr teimum ymisku norðurlondunum, Grønlandi, Íslandi, Finlandi, Norra, Svøríki, Álandi, Danmark og Føroyum hava verið savnaði fyri at umrøða fyribyrgjandi arbeiðið á alkohol og rúsevnis økinum. Seminarið hevur verið sera áhugavert og gevandi og endaði á middegi í dag. Hesaferð hevur dentur verið lagdur á støðuna millum børn og ung, har evnini vóru:
- Søguliga
gongdin í Føroyum
- Arbeiðið
hjá Fólkaheilsuráðnum
- Týdningurin
av ABC fyri sálarliga heilsu í mun til alkohol og rúsevni
- Drekkivanar
í teimum ymisku londunum
- Ymiskar
alkohol tilráðingar
- Avbjóðingar
á økinum
- Liberaliseringar
í mun til cannabis
- Møguligar
avleiðingar, tá ið politiskar avgerðir verða tiknar uttan vísindaliga
prógva gransking
- Hvønn
týdning hevur gransking
- Marknaðarføring
- Hvørji
átøk rigga
- Eyðkenni
hjá ungum, sum drekka í mun til tey, sum ikki drekka
- Týdningin
av góðum relatiónum, serliga relatiónir til foreldur
- Hvønn
týdning hugburðurin hjá foreldrum hevur
- Hvussu
stuðla vit foreldrunum á bestan hátt
- Hvønn
týdning hevur samskifti um rúsvanar
Granskingin vísir týðiliga, at fyribyrgjandi
arbeiðið riggar og vit eru væl við í Føroyum. Tí skulu vit halda fast um tær
verkætlanir, sum vit longu nú arbeiða við. Tó liggja Føroyar á næst síðsta
plássinum í norðurlondum, tá ið tað snýr seg um aldur fyri nær ein byrjar at
drekka alkohol, so her hava vit nakað at arbeiða við, tí vit síggja, at tað
hava onnur megnað at broytt í størri mun enn vit í Føroyum.
Fólkaheilsuráðið