Nordisk rusmiddel seminar 2018 hevur verið í
Føroyum í ár. Fólkaheilsuráðið var vertur fyri seminarinum, sum
landsstýriskvinnan í Heilsu- og innlendismálaráðnum, Sirið Stenberg, setti
mikumorgunin 22. august. 40 fólk úr teimum ymisku norðurlondunum, Grønlandi,
Íslandi, Finlandi, Norra, Svøríki, Álandi, Danmark og Føroyum hava verið
savnaði fyri at umrøða fyribyrgjandi arbeiðið á alkohol og rúsevnis økinum.
Seminarið hevur verið sera áhugavert og gevandi og endaði á middegi í dag.
Hesaferð hevur dentur verið lagdur á støðuna millum børn og ung, har evnini
vóru:
Granskingin vísir týðiliga, at fyribyrgjandi
arbeiðið riggar og vit eru væl við í Føroyum. Tí skulu vit halda fast um tær
verkætlanir, sum vit longu nú arbeiða við. Tó liggja Føroyar á næst síðsta
plássinum í norðurlondum, tá ið tað snýr seg um aldur fyri nær ein byrjar at
drekka alkohol, so her hava vit nakað at arbeiða við, tí vit síggja, at tað
hava onnur megnað at broytt í størri mun enn vit í Føroyum.
Fólkaheilsuráðið