Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nevndar- og varalimir: Fv., Poul Martin Jørgensen, Sylvia Thomsen, Niels Midjord, Trina Eysturoy, Theodor E. Johannesen, Theresa Jákupsdóttir, Jónsvein Simonsen og Gudmar Johannesen

Felagið Heimafriður stovnað

Mánakvøldið, 10. desember, varð felagið Heimafriður stovnað. Fleiri enn 60 fólk ymiska staðni úr landinum høvdu leitað sær í Skótahúsið við Løkin í Runavík til stovnandi aðalfundin.

Á fundinum bleiv soljóðandi endamálsorðing viðtikin:

”Endamál felagsins er at virka til frama fyri heimafriði og heilsubetri umhvørvi hjá íbúgvum í Føroyum. Ótolandi larmur, ristingar, roykur og ljós frá skipum ella øðrum havnavirksemi skal ikki sleppa at hava negativ árin á bústaðarøki framyvir.”

Í nevndina vórðu vald:
Trina Eysturoy
Sylvia Thomsen
Niels Midjord
Theodor E. Johannesen
Theresa Jákupsdóttir

Varalimir:
Poul Martin Jørgensen
Gudmar Johannesen
Jónsvein Simonsen

Nevndin fer í næstum at skipa seg og fer sum skjótast til verka.

Stóra undirtøkan er  prógv um, at ljóð- royk- og ljósdálkan frá skipum ávirkar og órógvar nógv fólk kring landið.

Mynd 1: Nevndar- og varalimir: Fv., Poul Martin Jørgensen, Sylvia Thomsen, Niels Midjord, Trina Eysturoy, Theodor E. Johannesen, Theresa Jákupsdóttir, Jónsvein Simonsen og Gudmar Johannesen

Mynd 2: Nógv fólk møtti til stovnandi aðalfundin fyri Heimafriði