Felagið Heimafriður stovnað

Mánakvøldið, 10. desember, varð felagið Heimafriður stovnað. Fleiri enn 60 fólk ymiska staðni úr landinum høvdu leitað sær í Skótahúsið við Løkin í Runavík til stovnandi aðalfundin.

Á fundinum bleiv soljóðandi endamálsorðing viðtikin:

”Endamál felagsins er at virka til frama fyri heimafriði og heilsubetri umhvørvi hjá íbúgvum í Føroyum. Ótolandi larmur, ristingar, roykur og ljós frá skipum ella øðrum havnavirksemi skal ikki sleppa at hava negativ árin á bústaðarøki framyvir.”

Í nevndina vórðu vald:
Trina Eysturoy
Sylvia Thomsen
Niels Midjord
Theodor E. Johannesen
Theresa Jákupsdóttir

Varalimir:
Poul Martin Jørgensen
Gudmar Johannesen
Jónsvein Simonsen

Nevndin fer í næstum at skipa seg og fer sum skjótast til verka.

Stóra undirtøkan er  prógv um, at ljóð- royk- og ljósdálkan frá skipum ávirkar og órógvar nógv fólk kring landið.

Mynd 1: Nevndar- og varalimir: Fv., Poul Martin Jørgensen, Sylvia Thomsen, Niels Midjord, Trina Eysturoy, Theodor E. Johannesen, Theresa Jákupsdóttir, Jónsvein Simonsen og Gudmar Johannesen

Mynd 2: Nógv fólk møtti til stovnandi aðalfundin fyri Heimafriði