
Eisini Lasse Klein stilla upp fyri Nýtt Sjálvstýri
Hóast Lasse Klein ikki hevur fingist við politiskt arbeiði í nøkur ár, er hann kortini royndir í politikki.
Tað lá ikki í kortinum at hann skuldi stilla upp til løgtingsval, men nú tá flokkurin er kroystur í veljarakanningum, hevur hann gjørt av at stilla upp nú boð eru eftir honum.
Sum landsstýrismaður tók hann Føroya fólk á bóli tá hann kunngjørdi stovnsetingina av Atlantic Airways, Vágatunlinum, kjarnu boringunum í Leirvíksfirði í sambandi við Norðoyatunnlin.
Tað leikar hart á. Veljarakanningarnar hava ikki verði serliga blíðar við Nýtt Sjálvstýri, og Nýtt Sjálvstýri hevur tí brúk fyri øllum góðum kreftum.
Lasse Klein heitir tí á allar Føroyingar um at standa saman um Nýtt Sjálvstýri, og venda gongdini, so flokkurin framhaldandi fær umboðan á Føroya Løgting.
Lasse Klein leggur dent á at tað er neyðugt við einum sterkum vinnulívi og einum samfelag, sum sosialpolitisk byggir á samhaldsfasti og solidaritet í øllum samfelagnum, so vit kenna okkum sum borgarar í einum felagsskapi, har vit eisini taka hond um menningartarnað, sjúk og gomul, og at vit í framtíðini í størri mun í felag styrkja álitið á politisku skipanina, og ganga nýggjar leiðir í fólksins tænastu.