Eisini Lasse Klein stilla upp fyri Nýtt Sjálvstýri

Hóast Lasse Klein ikki hevur fingist við politiskt
arbeiði í nøkur ár, er hann kortini royndir í politikki.




Tað lá ikki í kortinum at hann skuldi stilla upp til
løgtingsval, men nú tá flokkurin er kroystur í veljarakanningum, hevur hann
gjørt av at stilla upp nú boð eru eftir honum.





Sum landsstýrismaður tók hann Føroya fólk á bóli tá
hann kunngjørdi stovnsetingina av Atlantic Airways, Vágatunlinum, kjarnu boringunum
í Leirvíksfirði í sambandi við Norðoyatunnlin.





Tað leikar hart á. Veljarakanningarnar hava ikki verði
serliga blíðar við Nýtt Sjálvstýri, og Nýtt Sjálvstýri hevur tí brúk fyri øllum
góðum kreftum.





Lasse Klein heitir tí á allar Føroyingar um at standa
saman um Nýtt Sjálvstýri, og venda gongdini, so flokkurin framhaldandi fær
umboðan á Føroya Løgting.





Lasse Klein leggur dent á at tað er neyðugt við einum
sterkum vinnulívi og einum samfelag, sum sosialpolitisk byggir á samhaldsfasti
og solidaritet í øllum samfelagnum, so vit kenna okkum sum borgarar í einum
felagsskapi, har vit eisini taka hond um menningartarnað, sjúk og gomul, og at
vit í framtíðini í størri mun í felag styrkja álitið á politisku skipanina, og
ganga nýggjar leiðir í fólksins tænastu.