Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eingin megnaði at fylgja við roynda vinnaranum

Rúni Árting vann ársins Hey go-kart kapping, ið varð koyrd sunnudagin á Hjalla í Havn, meðan Brian Johannesen og Rógvi Danielsen gjørdust ávíkavist nummar tvey og trý. Rúni Árting koyrdi eisini skjótasta umgangin hendan dagin við tíðini 44,977 sekund. 


Tað er SÚS, ið skipar fyri Hey go-kart kappingini í samstarvi við Hey. SÚS byrjaði at skipa fyri go-kart koyring í 2008, og nú eru fleiri kappingar á skránni gjøgnum árið.
Eisini er møguleiki at fáa koyrifrálæru.

- Hendan kappingin hevur eydnast sera væl. Fólk hava gingið høgt uppí hana, og koyrararnir, sum tóku lut í finaluni, vóru heilt fantastiskir. Tað var stuttligt at síggja, hvussu væl og skjótt teir koyrdu, sigur Agnar Dahl, eigari og go-kart entusiastur.

Á sumri í 2016 flutti SÚS til frálíku umstøðurnar á Skarðshjalla. Breytin er størri enn nakrantíð, verður broytt eina ferð um árið og kann lagast til go-kart, knallert o.a. Fyrr í ár gjørdu SÚS og Hey samstarvsavtalu, ið millum annað inniber átakið Hey Mánadagur, har kundar hjá Hey kunnu bjóða einum vinfólki við at koyra hvønn mánadag, har Hey rindar fyri annan persónin.

- Komandi ár verður møguleiki hjá fólki ella fyritøkum at koyra eina innanhýsis árskapping, har tey koyra nakrar ferðir ígjøgnum árið fyri at finna besta koyraran, sigur Agnar Dahl, ið eisini ætlar at skipa fyri eini árskapping fyri tey, ið eiga sín egna go-kart og fyri einum sokallaðum Road Race fyri knallertir.

Fólk og fyritøkur kunnu sjálvandi eisini koyra, tá tey hava hug.

Teir seks finalistarnir – nakrir av skjótastu go-kart førararnir í landinum – høvdu vunnið sær pláss í finaluni við at koyra skjótastu og næstskjótastu tíðirnar í mai, juni, august og septembur, men hendan dagin megnaði eingin at fylgja við roynda vinnaranum.