Eingin megnaði at fylgja við roynda vinnaranum

Rúni Árting vann ársins Hey
go-kart kapping, ið varð koyrd sunnudagin á Hjalla í Havn, meðan Brian
Johannesen og Rógvi Danielsen gjørdust ávíkavist nummar tvey og trý. Rúni
Árting koyrdi eisini skjótasta umgangin hendan dagin við tíðini 44,977 sekund. 




Tað er SÚS, ið skipar fyri Hey go-kart kappingini í samstarvi við Hey. SÚS
byrjaði at skipa fyri go-kart koyring í 2008, og nú eru fleiri kappingar á
skránni gjøgnum árið.
Eisini er møguleiki at fáa koyrifrálæru.



- Hendan kappingin hevur eydnast sera væl. Fólk hava
gingið høgt uppí hana, og koyrararnir, sum tóku lut í finaluni, vóru heilt
fantastiskir. Tað var stuttligt at síggja, hvussu væl og skjótt teir koyrdu,
sigur Agnar Dahl, eigari og go-kart entusiastur.



Á sumri í 2016 flutti SÚS til frálíku umstøðurnar á Skarðshjalla. Breytin er
størri enn nakrantíð, verður broytt eina ferð um árið og kann lagast til
go-kart, knallert o.a. Fyrr í ár gjørdu SÚS og Hey samstarvsavtalu, ið millum
annað inniber átakið Hey Mánadagur, har kundar hjá Hey kunnu bjóða einum
vinfólki við at koyra hvønn mánadag, har Hey rindar fyri annan persónin.



-
Komandi ár verður møguleiki hjá fólki ella fyritøkum at koyra eina innanhýsis
árskapping, har tey koyra nakrar ferðir ígjøgnum árið fyri at finna besta
koyraran, sigur Agnar Dahl, ið eisini ætlar at skipa fyri eini árskapping fyri
tey, ið eiga sín egna go-kart og fyri einum sokallaðum Road Race fyri
knallertir.



Fólk og fyritøkur kunnu sjálvandi eisini koyra, tá tey hava hug.



Teir
seks finalistarnir – nakrir av skjótastu go-kart førararnir í landinum – høvdu
vunnið sær pláss í finaluni við at koyra skjótastu og næstskjótastu tíðirnar í
mai, juni, august og septembur, men hendan dagin megnaði eingin at fylgja við
roynda vinnaranum.