Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Demokratia í Sørvági

Val er í hond. 1. september skulu føroyingar aftur velja fólk til at umboða seg, og at røkja fólkaræði á Føroya løgtingi, í einum nýggjum valskeiði. Kynsjavnvágin á tingi er skeiv sum er, og tað er ein demokratiskur trupulleiki, sum m.a. Demokratia skal vera við til at broyta. Endamálið er at vaksa somikið um kvinnuligu umboðanina, at kynini verða javnsett í umboðanini.

Tíðindaskriv:

Mikukvøldið 19. august kl. 19:30 skipar Demokratia fyri val-café í Marghøllini í Sørvágs skúla.

Ein spurningur, sum man hava verið bágin hjá mongum, er vantandi dirvi at traðka fram. Tað er eitt tak hjá teimum flestu, men tað er neyðugt at tora at stíga fram og at siga sína hugsan og eisini at sannføra onnur, skal demokratiska bráðpannan áhaldandi virka til fulnar. Soleiðis sum samfelagið hevur ment seg á ymsum mótum og í ymsum brigdum, er stórur tørvur á, at einstaklingurin brúkar sínar førleikar og leggur síni sjónarmið fram á torg, fyri at felagsskapurin tekur tær rættastu avgerðirnar til alra frama.

Á val-café´ini fer Eydna Skaale, retorikari, at halda fyrilestur undir heitinum: “At tora at traðka fram.”

Í steðginum eftir fyrra partin av kvøldinum fara Torfríð og Holgar at syngja og spæla nøkur løg. Tá fæst eisini kaffi og okkurt søtt undir góman.

Seinri parturin av kvøldinum verður skipaður sum ein pallborðsfundur. 4 kvinnulig valevni úr Vágum fara at sita í panelinum, og tær vera: Marin Sigvaldsdóttur Bláberg, Aime Jacobsen, Rósa Samuelsen og Birita á Løgmansbø Bláhamar. Tær fara at siga eitt sindur um seg sjálvar, og at greiða frá hví tær bjóða seg fram. Tær fara eisini at tosa um forðingar á leiðini fram til avgerðina at stilla upp, og helst fara vit eisini at hoyra frá teimum um hvat tær halda um gongdina higartil, tá tað snýr seg um at røkka málinum um kynsjavnsetta umboðan m.a. á Føroya løgtingi. Áhoyrararnir sleppa eisini til orðanna. Marna Jacobsen, nevndarlimur í Demokratia, fer at stjórna hesum partinum av kvøldinum.

Tiltakið er ókeypis og vónandi møta so mong sum gjørligt – bæði menn og kvinnur.