Demokratia í Sørvági

Val er í hond. 1. september skulu føroyingar aftur velja
fólk til at umboða seg, og at røkja fólkaræði á Føroya løgtingi, í einum
nýggjum valskeiði. Kynsjavnvágin á tingi er skeiv sum er, og tað er ein
demokratiskur trupulleiki, sum m.a. Demokratia skal vera við til at broyta.
Endamálið er at vaksa somikið um kvinnuligu umboðanina, at kynini verða
javnsett í umboðanini.

Tíðindaskriv:



Mikukvøldið 19. august kl. 19:30 skipar Demokratia fyri
val-café í Marghøllini í Sørvágs skúla.



Ein spurningur, sum man hava verið bágin hjá mongum, er vantandi
dirvi at traðka fram. Tað er eitt tak hjá teimum flestu, men tað er neyðugt at
tora at stíga fram og at siga sína hugsan og eisini at sannføra onnur, skal
demokratiska bráðpannan áhaldandi virka til fulnar. Soleiðis sum samfelagið
hevur ment seg á ymsum mótum og í ymsum brigdum, er stórur tørvur á, at
einstaklingurin brúkar sínar førleikar og leggur síni sjónarmið fram á torg,
fyri at felagsskapurin tekur tær rættastu avgerðirnar til alra frama.



Á val-café´ini fer Eydna Skaale, retorikari, at halda
fyrilestur undir heitinum: “At tora at traðka fram.”



Í steðginum eftir fyrra partin av kvøldinum fara Torfríð og
Holgar at syngja og spæla nøkur løg. Tá fæst eisini kaffi og okkurt søtt undir
góman.



Seinri parturin av kvøldinum verður skipaður sum ein
pallborðsfundur. 4 kvinnulig valevni úr Vágum fara at sita í panelinum, og tær
vera: Marin Sigvaldsdóttur Bláberg, Aime Jacobsen, Rósa Samuelsen og Birita á
Løgmansbø Bláhamar. Tær fara at siga eitt sindur um seg sjálvar, og at greiða
frá hví tær bjóða seg fram. Tær fara eisini at tosa um forðingar á leiðini fram
til avgerðina at stilla upp, og helst fara vit eisini at hoyra frá teimum um
hvat tær halda um gongdina higartil, tá tað snýr seg um at røkka málinum um kynsjavnsetta
umboðan m.a. á Føroya løgtingi. Áhoyrararnir sleppa eisini til orðanna. Marna
Jacobsen, nevndarlimur í Demokratia, fer at stjórna hesum partinum av kvøldinum.



Tiltakið er ókeypis og vónandi møta so mong sum gjørligt –
bæði menn og kvinnur.