Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bústaðarpakkin kann bjarga hópin av familjum og einstaklingum

 Bústaðarpakkin má setast í verk beinanvegin, soleiðis at fólkið fær fjøltáttaðar møguleikar at seta búgv. Verður avbjóðingin við føroyska bústaðarmarknaðinum loyst á góðan hátt, hvørvur hópurin av núverandi og framtíðar sosialum trupulleikum. 

Tað er í dag somikið dýrt bæði at leiga og at seta búgv, at nógvar familjur hava ilt við at fáa endarnar at røkka í gerandisdegnum. Talan er ikki einans um nøkur fá láglønt fólk, lesandi ella arbeiðsleys, men um hópin av (barna)familjum,sum eisini hava rímiliga góðar inntøkur.

Seinastu 15 árini hava skiftandi landsstýri umrøtt spurningin um ein bústaðarpakka, soleiðis at ymiskir samfelagsbólkar kunna fáa sín bústaðartørv nøktaðan. Talan er eitt nú um bústaðir til eldri, bústaðir til lesandi,bústaðir til førleikaskerd og fólk við serligum tørvi annars. Tað eru heldur ikki allar familjur, sum ynskja síni egnu sethús, men sum heldur kundu hugsa sær at leiga ella at hava eina lutaíbúð. 

Lutaíbúðir
Lógin um lutaíbúðir manglar, umframt aðrar lógir sum gera, at bústaðarmarknaðurin kann fjøltáttast. Tað eru feløg, sum kundu hugsa sær at gjørt lutaíbúðir, men lógargrundarlagið manglar. Eisini átti spurningurin um øðrvísi fíggingarmøguleikar at verið avgreiddur sum skjótast, so sum at fingið føroyskan realkreditt og at givið Húsalánsgrunninum øktar møguleikar at fíggja bústaðir. Tað lækkar eisini um stóra arbeiðsloysi, um fleiri bústaðarverkætlanir kunnu setast í verk. 

Í ólavsøkurøðu løgmans í ár legði løgmaður m.a. dent á at; "landsstýrið hevur arbeitt við einum bústaðarpakka, og nýggj leigulóg er komin í gildi. Vit mugu tó ásanna, at illa ber til at fáa til vega bústaðir til fólk við lágum inntøkum og skerdum førleikum, um bústaðirnir skulu fíggjast eftir marknaðartreytum. Tí verður uppskot lagt fram, sum gevur Húsalánsgrunninum møguleika at veita lagalig lán at fíggja alternativa bústaðarbygging.

At keypa hús er eitt stórt tak fyri flest allar familjur, men lítil og ongin brúkaraverja er á hesum marknaði. Uppskot til lóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn er liðugt, og tað verður nú lagt fyri tingið."

Samtak vónar, at landsstýrið ella løgtingið kann avgreiða henda spurningsum skjótast, so at tað gerst lættari hjá fólki at seta búgv. Verandi støða ger, at alt ov stórur partur av fólkinum fær ikki tann bústað hann kundi hugsa sær, og at bústaðir eru lutfalsliga dýrir.

 

Hægst arbeiðsloysi hjá tilkomnum arbeiðstakarum

Um hugt verður at arbeiðsloysistølum aftur til 1995 sæst, at teir tilkomnu arbeiðstakararnir eru sera væl umboðaðir í hagtølunum. Frá ár 2000 og fram til í dag er bólkurin av teimum, sum eru millum 55 og 66 ár best umboðaður bæði í tali og í prosentum í mun til tal á arbeiðstakarum. Fimti hvør  arbeiðstakari – ella 20% - er millum 55 og 66 ár, men tað 25% ella fjórði hvør arbeiðsleysur, sum er í hesum aldursbólkinum.

 

Í miðlunum verður hesin bólkur - 55-66 ár - ikki serliga nógv viðgjørdur, og tað eru fá lond, sum gera málrættað arbeiði fyri at fáa henda málbólk aftur í arbeiði.

 

Tað er minst sannlíkindi at vera arbeiðsleysur, um tú ert í aldrinum 40 - 54 ár. 35% av løntakarunum eru í hesum aldrinum, men einans 26% av teimum arbeiðsleysu eru í hesum aldrinum. Hjá hinum aldursbólkunum er samsvar millum arbeiðsloysi og tal av arbeiðstakarum.

 

Samlaða talið á arbeiðsleysum er framvegis rættiliga høgt. Sambært Als eru knapt 1500 fólk arbeiðsleys, og um hugt verður at útboðnum av størvum sæst, at sera fá størv eru tøk í løtuni, og tey flestu krevja styttri ella longri útbúgving ella yrkislæru. Tey flestu arbeiðsleysu hava onga formliga útbúgving ella yrkislæru. 

 

Kelda: Hagstova Føroya

 

 

Løgfrøðilig ráðgeving nógv nýtt

Mikudagar ber til hjá limum í feløgunum í Samtak - tað er Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag - at ringja til sakførara felagsins og spyrja um ymisk løgfrøðilig ivamál.

 

Síðani ókeypis løgfrøðiliga ráðgevingin var sett á stovn í 2009 hava nógvir fólk nýtt ráðgevingina fyri m.a. at spyrja um arbeiðsviðurskifti, arvaspurningar, húsakeyp, bilkeyp og persónlig viðurskifti. 

 

Feløgini í Samtak eru sera fegin um hesa tænastu, og hava fingið nógvar jaligar afturmeldingar frá limum, ið hava brúkt løgfrøðiligu ráðgevingina.