Bústaðarpakkin
má setast í verk beinanvegin, soleiðis at fólkið fær fjøltáttaðar møguleikar at
seta búgv. Verður avbjóðingin við føroyska bústaðarmarknaðinum loyst á góðan
hátt, hvørvur hópurin av núverandi og framtíðar sosialum trupulleikum.
Tað er í
dag somikið dýrt bæði at leiga og at seta búgv, at nógvar familjur hava ilt við
at fáa endarnar at røkka í gerandisdegnum. Talan er ikki einans um nøkur fá
láglønt fólk, lesandi ella arbeiðsleys, men um hópin av (barna)familjum,sum
eisini hava rímiliga góðar inntøkur.
Seinastu
15 árini hava skiftandi landsstýri umrøtt spurningin um ein bústaðarpakka,
soleiðis at ymiskir samfelagsbólkar kunna fáa sín bústaðartørv nøktaðan. Talan
er eitt nú um bústaðir til eldri, bústaðir til lesandi,bústaðir til
førleikaskerd og fólk við serligum tørvi annars. Tað eru heldur ikki allar
familjur, sum ynskja síni egnu sethús, men sum heldur kundu hugsa sær at leiga
ella at hava eina lutaíbúð.
Lutaíbúðir
Lógin um lutaíbúðir manglar,
umframt aðrar lógir sum gera, at bústaðarmarknaðurin kann fjøltáttast. Tað
eru feløg, sum kundu hugsa sær at gjørt lutaíbúðir, men lógargrundarlagið
manglar. Eisini átti spurningurin um øðrvísi fíggingarmøguleikar at verið
avgreiddur sum skjótast, so sum at fingið føroyskan realkreditt og at givið
Húsalánsgrunninum øktar møguleikar at fíggja bústaðir. Tað lækkar eisini um
stóra arbeiðsloysi, um fleiri bústaðarverkætlanir kunnu setast í verk.
Í
ólavsøkurøðu løgmans í ár legði løgmaður m.a. dent á at; "landsstýrið
hevur arbeitt við einum bústaðarpakka, og nýggj leigulóg er komin í gildi. Vit
mugu tó ásanna, at illa ber til at fáa til vega bústaðir til fólk við lágum
inntøkum og skerdum førleikum, um bústaðirnir skulu fíggjast eftir
marknaðartreytum. Tí verður uppskot lagt fram, sum gevur Húsalánsgrunninum
møguleika at veita lagalig lán at fíggja alternativa bústaðarbygging.
At
keypa hús er eitt stórt tak fyri flest allar familjur, men lítil og ongin
brúkaraverja er á hesum marknaði. Uppskot til lóg um brúkaravernd í sambandi
við at keypa og selja fastogn er liðugt, og tað verður nú lagt fyri tingið."
Samtak
vónar, at landsstýrið ella løgtingið kann avgreiða henda spurningsum skjótast,
so at tað gerst lættari hjá fólki at seta búgv. Verandi støða ger, at alt ov
stórur partur av fólkinum fær ikki tann bústað hann kundi hugsa sær, og at
bústaðir eru lutfalsliga dýrir.
| |||||
Um hugt verður at arbeiðsloysistølum Í miðlunum verður hesin bólkur - 55-66 Tað er minst sannlíkindi at vera Samlaða talið á arbeiðsleysum er Kelda: Hagstova Føroya
|