Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Burðardygg yrkisleið sum listafólk

LISTAFÓLK Í FØROYUM FÁA NÚ BJÓÐAÐ VERKSTOVU, HAR TEY KUNNU OGNA SÆR AMBOÐ TIL AT FREMJA EINA BURÐARDYGGA YRKISLEIÐ. 

Droymir tú sum listafólk ella skapandi um at bøta um ella at fáa meira burtur tínum virksemi, so er verkstovan "Ein burðardygg Yrkisleið" júst nakað fyri teg. Verkstovan gevur tær amboð til at betra um títt núverandi virki ella kanska at fremja eina nýggja yrkisleið.

Verkstovan verður hildin 25.-27. januar 2019 og eru øll listafólk og skapandi á øllum stigum í fjølbroyttum skapandi vinnugreinum, sum til dømis innan tónlist, glaslist, leirlist, myndlist, filmslist, sjónleik, handverk, rithøvundar, dansarar o.a. vælkomin at luttaka.

Sum luttakandi kanst tú vænta, at tú fært størri vitan innan:

  • Hvussu tú mennir títt virki, soleiðis at tað gevur fíggjarligt yvirskot og hvussu tú skapar ein úrslitagóðan gerandisdag við yvirliti yvir tínum virksemi
  • Hvussu tú skipar teg, tá tú bæði ert verkætlanarleiðari, mennari, granskari, seljari og oftani sjálvur ein partur av framleiðsluni/veitingini. 
  • Hvussu tú skapar yvirlit yvir allar uppgávur, heldur skil á tínari sjálvsleiðslu, og finnur drívmegi til at skapa hægri inntøkur í tínum virki.

Verkstovan er avmarkað til 20 luttakandi, so at atlit kann takast til hvønn einstaka. 

Fyrilestrarhaldarar eru íverksetari og saksofonistur Kristina Thede Johansen, úr Føroyum, og tónleikari og lívsháttsmennari Lisbeth Rysgaard, úr Danmark.

Tilmelding

Tilmeldast kann á heimasíðu kvøldskúlans:

https://tilmelding.kvoldskulin.fo/SignUp2.aspx?SchoolID=9702

Um leinkjan ikki riggar, far so inn á:

http://www.kvoldskulin.fo/

Trýst síðani á gula fýrakantin á høgru síðu, har "TILMELDING" stendur á. Finn skeið nummar 1950 og melda til.

Kostnaður: 600 kr.

Innihald

25. januar kl. 17.00-20.00 - Hvussu kann ein listarlig yrkisleið síggja út? 

Innleiðsla og verkstova við trimum frymlum og teirra fyrimunir og vansar. 

Hvat er tín dreymamynd, tíni mál, tíni virði, tín tørvur, og hvat skal dríva teg?

Frymilin “Hús listafólksins”:

Fá yvirlit yvir títt virki, førleikar og tey øki, har tú hevur brúk fyri hjálp. Undirtema í frymlinum eru viðskiftafólk, undankanningar, samskifti, søla/PR og meirsøla.

26. januar kl. 10.00-16.00 - Kervi, samstarv, søla/PR, prísáseting og samráðing

Vit arbeiða við kortlegging, víðkan og røking, og hvussu tú skapar góð samstarv, bæði heima og uttanfyri landoddarnar.

Søla og Kervi:

Kervi hevur alstóran týdning, tá tú skalt skapa eitt burðardygt listarligt virki. 

Innleiðsla til hvussu tú kanst uppbyggja samband ígjøgnum SoMe og áskoðaraskarðan, og hvussu ein vøra kan verða lyftistong fyri næstu vøruna. 

Facebookvirkisskrá og greiningartól til hetta. 

Prísáseting og samráðing við einfaldum amboðum.

27. januar kl. 10.00-16.00 - Tíðarstýring

Um karmar, sjálvsleiðslu og vanar: Hvussu skapar tú ein góðan arbeiðsdag fyri teg, og hvat er tað týdningarmesta fyri trivnaða.

Freistir & Kalendararáð:

Lær at samanseta eitt nágreiniligt yvirlit, og at seta í verk ítøkiligar uppgávur í dagskalendaran.

Um fyriskipararnar

Lisbeth Rysgaard

Lisbeth hevur verið í tónleikavinnugreinini í 20 ár sum íverksetari og tónleikari við einum fjølbroyttum virki sum sangskrivari, sangari og bókari. Síðani 2002 hevur hon leiðment meira enn 2.000 listafólk, skapandi og akademikarar í yrkisleiðmenningini á Artlab. Hon hevur undirvíst í “Burðardygga Yrkisleiðin”, umframt “Kynstri at verða yrkislistafólk”  sum var ein 12 vikurs verkætlan í samstarvi við Jobcenter København, har 84,6% av luttakarunum fingu arbeiði aftan á skeiðið.

Lisbeth hevur ferðast víða við síni vitan og hevur undirvíst millum annað í Letlandi, Írlandi, Brasilia og Kina

Harafturat er hon samhøvundur í bókini “Training Artists for Innovation - Competencies for New Contexts”, sum varð útgivin í 2013 av Theatre Academy of the University of the Arts Helsinki.

Kristina Thede Johansen 

Kristina er føroyskur saksofonleikari og íverksetari. Í 2014 flutti hon til Danmarkar fyri at lesa klassiska saksofon á Det Jyske Musikkonservatorium i Aarhus.

Sum tónleikari hevur Kristina, hóast sína stutta yrkisleið, longu ferðast víða. Hon hevur millum annað fingið undirvísing frá Arno Bornkamp, Nobuya Sugawa og Lars Mlekusch, umframt vunnið fleiri virðislønir og heiðursheiti í kappingum og konsertum fyri spæl sítt.

Sum íverksetari hevur Kristina seinastu árini verið stigtakari og luttakari í fleiri ymsum bólkum og verkætlanum. Nevnast kann Asynja Saxophone Quartet, umframt at hon var verkætlanarleiðari hjá Ensemble Sirius við verkætlanini “Ferðin ígjøgnum norðurlendsku náttúruna”, sum legði dent á tvørgangandi samstarv um samtíðar norðurlendskan tónleik. Harumframt er Kristina fyriskipari hjá Nordic Saxophone Festival, umframt onnur størri og minni tiltøk.

Í 2017 byrjaði hon eitt samstarv við DMF (Dansk Musiker Forbund), sum hon heldur fyrilestrar fyri, millum annað um bóking og fundraising.