Burðardygg yrkisleið sum listafólk

LISTAFÓLK Í FØROYUM FÁA NÚ BJÓÐAÐ VERKSTOVU,
HAR TEY KUNNU OGNA SÆR AMBOÐ TIL AT FREMJA EINA BURÐARDYGGA YRKISLEIÐ. 



Droymir
tú sum listafólk ella skapandi um at bøta um ella at fáa meira burtur tínum
virksemi, so er verkstovan "Ein burðardygg Yrkisleið" júst nakað fyri
teg. Verkstovan gevur tær amboð til at betra um títt núverandi virki ella
kanska at fremja eina nýggja yrkisleið.



Verkstovan
verður hildin 25.-27. januar 2019 og eru øll listafólk og skapandi á øllum
stigum í fjølbroyttum skapandi vinnugreinum, sum til dømis innan tónlist,
glaslist, leirlist, myndlist, filmslist, sjónleik, handverk, rithøvundar,
dansarar o.a. vælkomin at luttaka.



Sum
luttakandi kanst tú vænta, at tú fært størri vitan innan:





Verkstovan
er avmarkað til 20 luttakandi, so at atlit kann takast til hvønn einstaka. 



Fyrilestrarhaldarar
eru íverksetari og saksofonistur Kristina Thede Johansen, úr Føroyum, og
tónleikari og lívsháttsmennari Lisbeth Rysgaard, úr Danmark.



Tilmelding



Tilmeldast
kann á heimasíðu kvøldskúlans:



https://tilmelding.kvoldskulin.fo/SignUp2.aspx?SchoolID=9702



Um
leinkjan ikki riggar, far so inn á:



http://www.kvoldskulin.fo/



Trýst
síðani á gula fýrakantin á høgru síðu, har "TILMELDING" stendur á.
Finn skeið nummar 1950 og melda til.



Kostnaður:
600 kr.



Innihald



25.
januar kl. 17.00-20.00 - Hvussu kann ein listarlig yrkisleið síggja út? 



Innleiðsla
og verkstova við trimum frymlum og teirra fyrimunir og vansar. 



Hvat
er tín dreymamynd, tíni mál, tíni virði, tín tørvur, og hvat skal dríva teg?



Frymilin
“Hús listafólksins”:




yvirlit yvir títt virki, førleikar og tey øki, har tú hevur brúk fyri hjálp.
Undirtema í frymlinum eru viðskiftafólk, undankanningar, samskifti, søla/PR og
meirsøla.



26.
januar kl. 10.00-16.00 - Kervi, samstarv, søla/PR, prísáseting og samráðing



Vit
arbeiða við kortlegging, víðkan og røking, og hvussu tú skapar góð samstarv,
bæði heima og uttanfyri landoddarnar.



Søla
og Kervi:



Kervi
hevur alstóran týdning, tá tú skalt skapa eitt burðardygt listarligt virki. 



Innleiðsla
til hvussu tú kanst uppbyggja samband ígjøgnum SoMe og áskoðaraskarðan, og
hvussu ein vøra kan verða lyftistong fyri næstu vøruna. 



Facebookvirkisskrá
og greiningartól til hetta. 



Prísáseting
og samráðing við einfaldum amboðum.



27.
januar kl. 10.00-16.00 - Tíðarstýring



Um
karmar, sjálvsleiðslu og vanar: Hvussu skapar tú ein góðan arbeiðsdag fyri teg,
og hvat er tað týdningarmesta fyri trivnaða.



Freistir
& Kalendararáð:



Lær
at samanseta eitt nágreiniligt yvirlit, og at seta í verk ítøkiligar uppgávur í
dagskalendaran.



Um
fyriskipararnar



Lisbeth
Rysgaard



Lisbeth
hevur verið í tónleikavinnugreinini í 20 ár sum íverksetari og tónleikari við
einum fjølbroyttum virki sum sangskrivari, sangari og bókari. Síðani 2002 hevur
hon leiðment meira enn 2.000 listafólk, skapandi og akademikarar í
yrkisleiðmenningini á Artlab. Hon hevur undirvíst í “Burðardygga Yrkisleiðin”,
umframt “Kynstri at verða yrkislistafólk”  sum var ein 12 vikurs
verkætlan í samstarvi við Jobcenter København, har 84,6% av luttakarunum fingu
arbeiði aftan á skeiðið.



Lisbeth
hevur ferðast víða við síni vitan og hevur undirvíst millum annað í Letlandi,
Írlandi, Brasilia og Kina



Harafturat
er hon samhøvundur í bókini “Training Artists for Innovation - Competencies for
New Contexts”, sum varð útgivin í 2013 av Theatre Academy of the University of
the Arts Helsinki.



Kristina
Thede Johansen 



Kristina
er føroyskur saksofonleikari og íverksetari. Í 2014 flutti hon til Danmarkar
fyri at lesa klassiska saksofon á Det Jyske Musikkonservatorium i Aarhus.



Sum
tónleikari hevur Kristina, hóast sína stutta yrkisleið, longu ferðast víða. Hon
hevur millum annað fingið undirvísing frá Arno Bornkamp, Nobuya Sugawa og Lars
Mlekusch, umframt vunnið fleiri virðislønir og heiðursheiti í kappingum og
konsertum fyri spæl sítt.



Sum
íverksetari hevur Kristina seinastu árini verið stigtakari og luttakari í
fleiri ymsum bólkum og verkætlanum. Nevnast kann Asynja Saxophone Quartet,
umframt at hon var verkætlanarleiðari hjá Ensemble Sirius við verkætlanini
“Ferðin ígjøgnum norðurlendsku náttúruna”, sum legði dent á tvørgangandi
samstarv um samtíðar norðurlendskan tónleik. Harumframt er Kristina fyriskipari
hjá Nordic Saxophone Festival, umframt onnur størri og minni tiltøk.



Í
2017 byrjaði hon eitt samstarv við DMF (Dansk Musiker Forbund), sum hon heldur
fyrilestrar fyri, millum annað um bóking og fundraising.