Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brúni skúli farin í søguna

Í gjár var stutt samkoma í skúlabygninginum í Fríðrik Petersensgøtu 9 í sambandi við, at skúlaeindin hjá Skúlanum á Fløtum har er niðurløgd.

Skúlabygningurin var bygdur miðskeiðis í sekstiárunum og var tá partur av Tórshavnar kommunuskúla. Í 1968 bleiv eindin partur av Venjingarskúlanum.

Í 2015 blivu Venjingarskúlin og Tórshavnar kommunuskúli lagdir saman í Skúlan á Fløtum, sum í løtuni húsast á fimm ymiskum støðum í býnum, meðan bíðað verður eftir, at nýggi bygningurin úti á Fløtum verður tikin í nýtslu á sumri 2020.

Skúlabygningurin í Fríðrik Petersensgøtu 9 hevur havt fleiri heiti hesi gott 55 árini. Eitt nú hevur hann verið kallaður ”Heimari skúli”, ”Brúni skúli” og nú Skúlin á Fløtum – Eindin í Fríðrik Petersensgøtu.

Virksemið, sum var har farna skúlaár, er nú fyribils flutt í Eindina í Kongagøtu/Finsen. Tórshavnar kommuna fer nú at gera bygngingin um til ein dagstovn. Hetta arbeiðið fer ætlandi í gongd seinni í ár.

Í skúlanum á Fløtum ganga umleið 800 næmingar og starvsfólkini eru eini 100.

Á myndini eru frá vinstru: Jens Midjord Petersen, húsavørður, Katrin Ellingsgaard, málsviðgeri í skúlamálum, Mary Ann Hansen, varaskúlastjóri, Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari, Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, Regin Marnersson, skúlastjóri, Heri Ó. Dam, varaskúlastjóri, Marilyn Danielsen, varaskúlastjóri og Hans J. Ferjá, húsavørður.

------------

Aðrar mydir vóru, men kommunan vil ikke senda tær í JPG stødd, og tí kemur bara tann eina myndin við, tá vit ikki hava stundir til at gera arbeiði fyri kommununa í Havn, tá hon sendir tíðindaskriv.