Brúni skúli farin í søguna

Í gjár var stutt samkoma í skúlabygninginum í Fríðrik
Petersensgøtu 9 í sambandi við, at skúlaeindin hjá Skúlanum á Fløtum har er
niðurløgd.



Skúlabygningurin var bygdur miðskeiðis í sekstiárunum og
var tá partur av Tórshavnar kommunuskúla. Í 1968 bleiv eindin partur av
Venjingarskúlanum.



Í 2015 blivu Venjingarskúlin og Tórshavnar kommunuskúli
lagdir saman í Skúlan á Fløtum, sum í løtuni húsast á fimm ymiskum støðum í
býnum, meðan bíðað verður eftir, at nýggi bygningurin úti á Fløtum verður tikin
í nýtslu á sumri 2020.



Skúlabygningurin í Fríðrik Petersensgøtu 9 hevur havt
fleiri heiti hesi gott 55 árini. Eitt nú hevur hann verið kallaður ”Heimari
skúli”, ”Brúni skúli” og nú Skúlin á Fløtum – Eindin í Fríðrik Petersensgøtu.



Virksemið, sum var har farna skúlaár, er nú fyribils
flutt í Eindina í Kongagøtu/Finsen. Tórshavnar kommuna fer nú at gera
bygngingin um til ein dagstovn. Hetta arbeiðið fer ætlandi í gongd seinni í ár.



Í skúlanum á Fløtum ganga umleið 800 næmingar og
starvsfólkini eru eini 100.



Á myndini eru frá vinstru:
Jens Midjord Petersen,
húsavørður, Katrin Ellingsgaard, málsviðgeri í skúlamálum, Mary Ann Hansen,
varaskúlastjóri, Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari, Gunvør Balle,
forkvinna í mentamálanevndini, Regin Marnersson, skúlastjóri, Heri Ó. Dam,
varaskúlastjóri, Marilyn Danielsen, varaskúlastjóri og Hans J. Ferjá,
húsavørður.

------------

Aðrar mydir vóru, men kommunan vil ikke senda tær í JPG stødd, og tí kemur bara tann eina myndin við, tá vit ikki hava stundir til at gera arbeiði fyri kommununa í Havn, tá hon sendir tíðindaskriv.