
Jórun Johannesen og Bogi Simonsen við bridgeborðið
Bridgeárið byrjar leygardagin
Fyrsta umfar í FM í bridge fyri lið verður leygardagin kl. 12 í Bridgehúsinum í Havn.
Spælt verður í tveimum deildum við seks liðum í hvørjari.
Liðið hjá Boga Simonson er føroyameistarar og liðið í ár er tað saman, so stórar vónir verða settar til liðið.