Bridgeárið byrjar leygardagin

Fyrsta umfar í FM í bridge fyri lið verður leygardagin kl. 12 í Bridgehúsinum í Havn.


Spælt verður í tveimum deildum við seks liðum í hvørjari.


Liðið hjá Boga Simonson er føroyameistarar og liðið í ár er tað saman, so stórar vónir verða settar til liðið.