Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin betraði tíðina við 12 min.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, luttók í morgun á triðja sinni í kapprenningini á Mentunarnáttini í Reykjavík. Renningin eitur "2015 Islandsbanki Reykjavik Marathon", og er 10 km.

Í fjør kom Heðin Mortensen inn við tíðini 01:08:10, men hesaferð betraði hann tíðina við ikki færri enn 12 minuttum og kom á mál við tíðini 00.56:43

Longu kl 14 var borgarstjórin á Sendistovu Føroya, har hann setti føroyska partin av mentanarnáttini á Sendistovu Føroya, har Listagluggin skipar fyri stórari framsýning, og Birgir Enni, Ruben Busk og bóndahjúnini úr Dímun borðreiða við føroyskum brellbitum, umframt at Føroya Bjór stuðlar tiltakinum við føroyskum drykkjuvørum.

Seinni í dag eru tiltøk í Perluni, har m.a. Hanus Johansen og Cantabile, Tróndur Enni og Lív Næss og Marius Ziska syngja og spæla. Skipað verður eisini fyri útferðum.

Borgarstjórin verður aftur mánadagin.