Borgarstjórin betraði tíðina við 12 min.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, luttók í morgun á triðja
sinni í kapprenningini á Mentunarnáttini í Reykjavík. Renningin eitur
"2015 Islandsbanki Reykjavik Marathon", og er 10 km.



Í fjør kom Heðin Mortensen inn við tíðini 01:08:10, men
hesaferð betraði hann tíðina við ikki færri enn 12 minuttum og kom á mál við
tíðini 00.56:43



Longu kl 14 var borgarstjórin á Sendistovu Føroya, har
hann setti føroyska partin av mentanarnáttini á Sendistovu Føroya, har
Listagluggin skipar fyri stórari framsýning, og Birgir Enni, Ruben Busk og
bóndahjúnini úr Dímun borðreiða við føroyskum brellbitum, umframt at Føroya
Bjór stuðlar tiltakinum við føroyskum drykkjuvørum.



Seinni í dag eru tiltøk í Perluni, har m.a. Hanus
Johansen og Cantabile, Tróndur Enni og Lív Næss og Marius Ziska syngja og
spæla. Skipað verður eisini fyri útferðum.



Borgarstjórin verður aftur mánadagin.