Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bleytu virðini høga raðfesting hjá hesi samgonguni

Tað er sera gleðiligt, at tey bleytu virðini í okkara vælferðarsamfelag verða høgt raðfest í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022.

Nógv av tí, sum Sambandsflokkurin fór til val uppá sæst eisini aftur í raðfestingum, bæði fyri 2020/2021 og nú aftur í 2022 - og tað er at fegnast um. 

Vil her nevna nøkur av teimum mongu málunum, sum eru raðfest í fíggjarlóguppskotinum fyri 2022:

Innan heilsumál:
•       Palliatión/ krabbameinsætlan
•       Psykiatrisk skaðastova
•       Styrkja Barna- & Ungdómspsykiatri´ina
•       Endurvenjing

Innan almannamál:
•       Endurvenjing
•       Viðlíkahaldsvenjing
•       Dugni, endurbúgving
•       Fleiri verkstaðspláss og virkispláss
•       Javning av pensiónum (ikki gjørt síðan 2014)

Innan uttanrikis- og mentamál:
•       Undirvísing í føroyskum sum annaðmál
•       Víðka Rásina (betra um karmarnar við tí endamáli at kunna taka fleiri inn)
•       Taka eyka flokk inn av sjúkrarøktarfrøðislesandi

Sambandsflokkurin heldur fast við at raðfesta tey bleytu virðini og soleiðis styrkja eitt vælferðarsamfelag, har fólk trívast og mennast.

Edva Jacobsen
løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin






0.00 does not include shipping & tax