Tað er sera gleðiligt, at tey bleytu virðini í okkara vælferðarsamfelag verða høgt raðfest í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022.
Nógv av tí, sum Sambandsflokkurin fór til val uppá sæst eisini aftur í raðfestingum, bæði fyri 2020/2021 og nú aftur í 2022 - og tað er at fegnast um.
Vil her nevna nøkur av teimum mongu málunum, sum eru raðfest í fíggjarlóguppskotinum fyri 2022:
Innan heilsumál:
• Palliatión/ krabbameinsætlan
• Psykiatrisk skaðastova
• Styrkja Barna- & Ungdómspsykiatri´ina
• Endurvenjing
Innan almannamál:
• Endurvenjing
• Viðlíkahaldsvenjing
• Dugni, endurbúgving
• Fleiri verkstaðspláss og virkispláss
• Javning av pensiónum (ikki gjørt síðan 2014)
Innan uttanrikis- og mentamál:
• Undirvísing í føroyskum sum annaðmál
• Víðka Rásina (betra um karmarnar við tí endamáli at kunna taka fleiri inn)
• Taka eyka flokk inn av sjúkrarøktarfrøðislesandi
Sambandsflokkurin heldur fast við at raðfesta tey bleytu virðini og soleiðis styrkja eitt vælferðarsamfelag, har fólk trívast og mennast.
Edva Jacobsen
løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin