
Barnaval er útskrivað á Býarbókasavninum
Vallyftini eru fjølbroytt, tey snúgva seg m.a. um happing, songartíðir og fríggjadagsbomm, og valevnini eru kend frá barnabókunum.
Týsdagin 25. august verður atkvøðukassin settur upp á barnabókasavninum, og tað fer at bera til at atkvøða fram til 1. september kl. 21, tá valstaðið letur aftur. Valseðil fæst á valstaðnum, og fyri at hava valrætt, skal man vera ómyndigur og yngri enn 13 ár.
Í tíðini upp til valið fara valevnini helst at seta upp valplakatir á Býarbókasavninum og nærhendis.
Hugskotið til barnavalið er komið frá Ballerup bibliotek í Danmark, har tey skrivaðu út barnaval í sambandi við fólkatingsvalið í juni. Endamálið er at introdusera børnini til demokratisku tilgongdirnar á stuttligan hátt, samstundis sum ljós verður varpað á barnabókmentir.
Valnevndin vónar, at valluttøkan verður góð, av tí at hetta er ein fortreyt fyri eitt umboðandi valúrslit. Vinnandi valevnið fer at fáa ávirkan á Býarbókasavnið komandi tíðina.
Sí eisini viðheftu plakat, sum tit eru vælkomin at prenta út og seta upp :) Kristina Petersen bókavørður