Barnaval er útskrivað á Býarbókasavninum

Vallyftini eru fjølbroytt, tey snúgva seg m.a. um
happing, songartíðir og fríggjadagsbomm, og valevnini eru kend frá
barnabókunum.



Týsdagin 25. august verður atkvøðukassin settur upp á
barnabókasavninum, og tað fer at bera til at atkvøða fram til 1. september kl.
21, tá valstaðið letur aftur. Valseðil fæst á valstaðnum, og fyri at hava
valrætt, skal man vera ómyndigur og yngri enn 13 ár.



Í tíðini upp til valið fara valevnini helst at seta upp
valplakatir á Býarbókasavninum og nærhendis.



Hugskotið til barnavalið er komið frá Ballerup bibliotek
í Danmark, har tey skrivaðu út barnaval í sambandi við fólkatingsvalið í juni.
Endamálið er at introdusera børnini til demokratisku tilgongdirnar á stuttligan
hátt, samstundis sum ljós verður varpað á barnabókmentir.



Valnevndin vónar, at valluttøkan verður góð, av tí at
hetta er ein fortreyt fyri eitt umboðandi valúrslit. Vinnandi valevnið fer at
fáa ávirkan á Býarbókasavnið komandi tíðina.



Sí eisini viðheftu plakat, sum tit eru vælkomin at
prenta út og seta upp :) Kristina Petersen bókavørður