Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bárður spyr Løgmann um stjórnarskipanina

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 19. september at seta ein munnligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen, Løgmann um ætlanina at leggja stjórnarskipanina aftur fyri Løgtingið

Spurningar til løgmann:

1.    Ætlar Løgmaður, at uppskotið til stjórnarskipan hesuferð verður við viðmerkingum, so tað uppfyllir krøvini til lógaruppskot, sum eru ásett í Tingskipanini?

2.    Um tingformaðurin mælir til at burturvísa málið smb. § 57, ætlar løgmaður so at heita á samgongulimir um at atkvøða ímóti tilmælinum?

Viðmerkingar

Løgmaður hevur í miðlunum boðað frá, at nú er aftur ætlanin at finna semju um at leggja uppskoti til stjórnarskipan fyri Løgtingið.

Vónandi fer løgmaður at virða allar partar í málinum, soleiðis at eisini tey, ið ikki eru samd við tulkingini hjá løgmanni og øðrum, fáa sama møguleika til at brúka embætisverkið, og fáa somu fíggjarligu orku, sum samgongan hevur, eftir at málið er latið Løgtinginum til viðgerðar, og harvið smb. stýrisskipanini er eitt mál, ið liggur til viðgerðar hjá lóggevandi valdinum.

Tingskipanin ásetir, at lógaruppskot skulu innihalda viðmerkingar, bæði almennar og serstakar viðmerkingar til hvørja grein sær, har greitt verður frá innihaldinum av hvørjari einstakari grein í uppskotinum. Eisini skal her verða greitt frá ætlanini við greinini, og hvussu hon skal skiljast. Hetta er sera umráðandi fyri øll tey, ið skulu virkað eftir hesi yvirornaðu lóggávu, sum verður avgerandi fyri alt undirliggjandi lógararbeiði í Føroyum framyvir, og ein týðandi partur av rættartrygdini hjá øllum borgarum.

Tingskipanin ásetir, at Løgtingsformaðurin skal, eftir at hava fingið samtykki frá formansskapinum, mæla Løgtinginum til at vísa burtur uppskot, sum ganga í móti stýrisskipanarlógini ella tingskipanini.

Tí hevði verið áhugavert um Løgmaður kunnaði Løgtingið um ætlaða uppskotið hesaferð verður við viðmerkingum og harvið kemur at fylgja ásetingunum í Tingskipanini, og spennandi verður at síggja, um tingskipanin verður fylgd í hesum týdningarmikla máli fyri Føroyar.

Sambandsflokkurin