Bárður spyr Løgmann um stjórnarskipanina

Bárður S. Nielsen,
formaður í Sambandsflokkinum, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 19.
september at seta ein munnligan fyrispurning til Aksel V. Johannesen, Løgmann
um ætlanina at leggja stjórnarskipanina aftur fyri Løgtingið

Spurningar til løgmann:



1.    Ætlar Løgmaður, at uppskotið til
stjórnarskipan hesuferð verður við viðmerkingum, so tað uppfyllir krøvini til
lógaruppskot, sum eru ásett í Tingskipanini?



2.    Um tingformaðurin mælir til at burturvísa
málið smb. § 57, ætlar løgmaður so at heita á samgongulimir um at atkvøða ímóti
tilmælinum?



Viðmerkingar



Løgmaður hevur í miðlunum boðað frá, at nú er aftur ætlanin at
finna semju um at leggja uppskoti til stjórnarskipan fyri Løgtingið.



Vónandi fer løgmaður at virða allar partar í málinum, soleiðis at
eisini tey, ið ikki eru samd við tulkingini hjá løgmanni og øðrum, fáa sama
møguleika til at brúka embætisverkið, og fáa somu fíggjarligu orku, sum
samgongan hevur, eftir at málið er latið Løgtinginum til viðgerðar, og harvið
smb. stýrisskipanini er eitt mál, ið liggur til viðgerðar hjá lóggevandi
valdinum.



Tingskipanin ásetir, at lógaruppskot skulu innihalda viðmerkingar,
bæði almennar og serstakar viðmerkingar til hvørja grein sær, har greitt verður
frá innihaldinum av hvørjari einstakari grein í uppskotinum. Eisini skal her
verða greitt frá ætlanini við greinini, og hvussu hon skal skiljast. Hetta er
sera umráðandi fyri øll tey, ið skulu virkað eftir hesi yvirornaðu lóggávu, sum
verður avgerandi fyri alt undirliggjandi lógararbeiði í Føroyum framyvir, og
ein týðandi partur av rættartrygdini hjá øllum borgarum.



Tingskipanin ásetir, at Løgtingsformaðurin skal, eftir at hava
fingið samtykki frá formansskapinum, mæla Løgtinginum til at vísa burtur
uppskot, sum ganga í móti stýrisskipanarlógini ella tingskipanini.



Tí hevði verið áhugavert um Løgmaður kunnaði Løgtingið um ætlaða
uppskotið hesaferð verður við viðmerkingum og harvið kemur at fylgja
ásetingunum í Tingskipanini, og spennandi verður at síggja, um tingskipanin
verður fylgd í hesum týdningarmikla máli fyri Føroyar.



Sambandsflokkurin