Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avvarðandi hokna undir arbeiðsbyrðuni

Rehabilitering í Føroyum virkar ikki og lagt verður eitt ómenniskjaligt trýst á tey avvarðandi til óhjálpin. Økið er ikki samskipað og avvarðandi muga renna og rekast millum eina røð av skipanum og stovnum. Hetta tarnar arbeiðinum at lata sjúklingin koma fyri seg skjótast møguligt - og ikki minst, leggur eina stóra og órímuliga eyka arbeiðsbyrðu á tey avvarðandi

Tá sjúklingurin skal heim av sjúkrahúsinum er felags fyri nærum øll tey avvarðandi, at tað knappliga eru tey, sum hava ella fáa “ábyrgdina” av at fáa alt at hanga saman. 

Kalendarin er fullur, tí alskyns fundir eru á skránni. Familjan hoknar undir arbeiðsbyrðuni og má nærmast liggja fløt fyri at fáa tað so dánt at hanga saman.

Ein persónur helt fyri, at um hesin var ein blekksprutta, so hevði viðkomandi ikki nokk av ørmum at røkja allar uppgávurnar. Heimi skal røkjast. Hesi somu avvarðandi eru maki, foreldur, røktari, stuðul og ikki minst “serkøn” í øllum viðurskiftum hjá sjúklinginum. 

Økonomiska støðan er eisini ein avbjóðing. Tað er avmarkað, hvussu  leingi arbeiðsgevarin rindar løn til tann rakta, og makin klárar ikki at røkja sítt arbeiði, tí sjúklingurin, børn / foreldur skulu ansast, og ikki minst skulu uppgávur, sum almenna skipanin skuldi veitt, eisini røkjast, umframt at fundast og tosa við fólk í telefon

Makin, børn, foreldur eru tey, sum hava fingið álagt størst ábyrgd, og eru um sjúklingin, nærum døgnið runt.

Á sjúkrahúsinum, áðrenn sjúklingurin skal heim, verður tosað um, hvørjar tænastur skulu veitast, og um bústaðarbroytingar skulu gerast, fyri at sjúklingurin kann koma heim. Hesa uppgávuna samskipar tann avvarðandi - og tíverri ikki heilsu- og almannaverkið.

Rennast má frá einari skipan til aðra fyri at fáa hjálp í heilsu- og almannaverkinum - og hjálpin virkar ikki nøktandi ella virkar als ikki.

Henda støða á rehabiliteringsøkinum er ikki nøktandi nú vit skriva 2018.

Rósa Samuelsen