Avvarðandi hokna undir arbeiðsbyrðuni

Rehabilitering í Føroyum virkar ikki og lagt verður eitt
ómenniskjaligt trýst á tey avvarðandi til óhjálpin. Økið er ikki samskipað og
avvarðandi muga renna og rekast millum eina røð av skipanum og stovnum. Hetta
tarnar arbeiðinum at lata sjúklingin koma fyri seg skjótast møguligt - og ikki
minst, leggur eina stóra og órímuliga eyka arbeiðsbyrðu á tey avvarðandi



Tá sjúklingurin skal heim av sjúkrahúsinum
er felags fyri nærum øll tey avvarðandi, at tað knappliga eru tey, sum
hava ella fáa “ábyrgdina” av at fáa alt at hanga saman. 



Kalendarin er fullur, tí alskyns fundir eru á skránni.
Familjan hoknar undir arbeiðsbyrðuni og má nærmast liggja fløt fyri at fáa tað
so dánt at hanga saman.



Ein persónur helt fyri, at um hesin var ein blekksprutta,
so hevði viðkomandi ikki nokk av ørmum at røkja allar uppgávurnar. Heimi skal
røkjast. Hesi somu avvarðandi eru maki, foreldur, røktari, stuðul og ikki minst
“serkøn” í øllum viðurskiftum hjá sjúklinginum. 



Økonomiska støðan er eisini ein avbjóðing. Tað er avmarkað, hvussu  leingi
arbeiðsgevarin rindar løn til tann rakta, og makin klárar ikki at røkja sítt
arbeiði, tí sjúklingurin, børn / foreldur skulu ansast, og ikki minst skulu
uppgávur, sum almenna skipanin skuldi veitt, eisini røkjast, umframt at fundast
og tosa við fólk í telefon



Makin, børn, foreldur eru tey, sum hava fingið álagt størst ábyrgd, og eru um
sjúklingin, nærum døgnið runt.



Á sjúkrahúsinum, áðrenn sjúklingurin skal heim, verður
tosað um, hvørjar tænastur skulu veitast, og um bústaðarbroytingar skulu
gerast, fyri at sjúklingurin kann koma heim. Hesa uppgávuna samskipar tann
avvarðandi - og tíverri ikki heilsu- og almannaverkið.



Rennast má frá einari skipan til aðra fyri at fáa hjálp í
heilsu- og almannaverkinum - og hjálpin virkar ikki nøktandi ella virkar als
ikki.



Henda støða á rehabiliteringsøkinum er ikki nøktandi nú
vit skriva 2018.



Rósa Samuelsen