Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avbyrging kostar

Førdi avbyrgingarpolitikkurin hjá samgonguni kostar bæði í krónum og vitan til føroyska samfelagið. Fyrst skuldi útlendskur eigaraskapur út úr føroysku fiskivinnuni, og nú skal danskur peningur ikki koma tilgóðar fyri sjúklingar og gransking í Føroyum

Landsstýrið hevur sagt nei takk til eitt grannskingarsentur í Føroyum, sum føroyskir diabetissjúklingar høvdu fingið størsta ágóðan av, og sum eisini hevði verið ein spennandi vitanardepil í einum altjóða umhvørvi.

Løgmaður má traðka í karakter og geva Landsstýriskvinnuni boð um at seta seg í samband aftur við Novo Nordisk beinanvegin, so hesin møguleikin ikki ferð framvið.

Vit vita øll, at Novo Nordisk er ein fyritøka, sum hjálpir diabetissjúklingum kring allan heim, men landsstýrið vil ikki hoyra eitt orð um hesa fyritøku, sum hevur givið føroyingum eitt fantastiskt tilboð, sum kundi hjálpt øllum sukursjúkuraktum.

Orsøkin er uttan iva, at privata felagið hevur høvuðsbústað í Danmark. Tað má ikki henda, at eitt danskt íkast kemur til Føroya undir sitandi loysingarsamgongu.

Tað stendur greitt fyri øllum, at avbyrgingarpolitikkurin hjá samgonguni er ein forðan fyri menning av samfelagnum og framtíðar arbeiðs- og vinnumøguleikum í Føroyum. Hugsið tykkum, hvørji arbeiðspláss høvdu komið undan kavi, um Novo Nordisk kom hendanveg?

Størsta orsøkin til stóra búskaparvøksturin í heiminum er samhandil, vitanardeiling og frælsur kapitalur. Hetta er samgongan við at gera ein enda á, og Føroyar verða stóri taparin.

Sambandsflokkurin vil altíð arbeiða fyri einum frælsum og nýmótans samfelagið, har borgararnir hava heimsins størsta frælsi í heimsins besta samfelag.

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum