Førdi
avbyrgingarpolitikkurin hjá samgonguni kostar bæði í krónum og vitan til
føroyska samfelagið. Fyrst skuldi útlendskur eigaraskapur út úr føroysku
fiskivinnuni, og nú skal danskur peningur ikki koma tilgóðar fyri sjúklingar og
gransking í Føroyum
Landsstýrið
hevur sagt nei takk til eitt grannskingarsentur í Føroyum, sum føroyskir
diabetissjúklingar høvdu fingið størsta ágóðan av, og sum eisini hevði verið
ein spennandi vitanardepil í einum altjóða umhvørvi.
Løgmaður má
traðka í karakter og geva Landsstýriskvinnuni boð um at seta seg í samband
aftur við Novo Nordisk beinanvegin, so hesin møguleikin ikki ferð framvið.
Vit vita øll,
at Novo Nordisk er ein fyritøka, sum hjálpir diabetissjúklingum kring allan
heim, men landsstýrið vil ikki hoyra eitt orð um hesa fyritøku, sum hevur givið
føroyingum eitt fantastiskt tilboð, sum kundi hjálpt øllum sukursjúkuraktum.
Orsøkin er
uttan iva, at privata felagið hevur høvuðsbústað í Danmark. Tað má ikki henda,
at eitt danskt íkast kemur til Føroya undir sitandi loysingarsamgongu.
Tað stendur
greitt fyri øllum, at avbyrgingarpolitikkurin hjá samgonguni er ein forðan fyri
menning av samfelagnum og framtíðar arbeiðs- og vinnumøguleikum í Føroyum.
Hugsið tykkum, hvørji arbeiðspláss høvdu komið undan kavi, um Novo Nordisk kom
hendanveg?
Størsta
orsøkin til stóra búskaparvøksturin í heiminum er samhandil, vitanardeiling og
frælsur kapitalur. Hetta er samgongan við at gera ein enda á, og Føroyar verða
stóri taparin.
Sambandsflokkurin
vil altíð arbeiða fyri einum frælsum og nýmótans samfelagið, har borgararnir
hava heimsins størsta frælsi í heimsins besta samfelag.
Bárður S.
Nielsen
formaður í
Sambandsflokkinum