Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini eru frá høgru: UICC: Cary Adams, stjóri, NCU: Jákup N. Olsen, formaður og ECL: Wendy Yared, stjóri

Altjóða samstarv millum Krabbameinsfeløg

Nordic Cancer Union hevði fund á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn tann 10. Desember 2012. Hetta er fjórði NCU fundur, ið er hildin síðani Føroyar fekk formansskapin í NCU.

Til hendan fundin hevði NCU bjóðað stjórunum í altjóða Krabbameinsfelagsskapinum UICC: Cary Adams, og stjóranum í europeiska Krabbameinsfelagsskapinum ECL: Wendy Yared. Hetta fyri at umrøða møguleikar fyri einum tættari framtíðar samstarvi. Vit arbeiða øll fyri sama endamálið, og um vit sameina orkuna á økinum er betri møguleiki fyri at náa á mál saman. Fundurin gekk væl, og høvdu allir partar okkurt við sær í skjáttuni at hugsa um eftir fundin. Nordic Cancer Union fegnast um vælviljan frá bæði UICC og ECL til framtíðar samstarv.