Altjóða samstarv millum Krabbameinsfeløg

Nordic Cancer Union hevði fund á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn tann 10. Desember 2012. Hetta er fjórði NCU fundur, ið er hildin síðani Føroyar fekk formansskapin í NCU.


Til hendan fundin hevði NCU bjóðað stjórunum í altjóða Krabbameinsfelagsskapinum UICC: Cary Adams, og stjóranum í europeiska Krabbameinsfelagsskapinum ECL: Wendy Yared. Hetta fyri at umrøða møguleikar fyri einum tættari framtíðar samstarvi. Vit arbeiða øll fyri sama endamálið, og um vit sameina orkuna á økinum er betri møguleiki fyri at náa á mál saman. Fundurin gekk væl, og høvdu allir partar okkurt við sær í skjáttuni at hugsa um eftir fundin. Nordic Cancer Union fegnast um vælviljan frá bæði UICC og ECL til framtíðar samstarv.