Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almennur fundur: Hvussu skipa vit rehabilitering í Føroyum?

Sambandsflokkurin skipar fyri almennum fundi um rehabilitering undir heitinum “Hvussu skipa vit rehabilitering í Føroyum”. Á fundinum fara fólk við hollum kunnleika og royndum innan rehabilitering og heilsu- og almannapolitikk at halda framløgur og røða um støðuna á rehabiliteringsøkinum í Føroyum og hvørjir møgu­leikar eru fyri skjótari og lættari at seta í verk eina rehabiliteringsskipan


Fundurin verður, hósdagin tann 25. oktober 2018, í Tórshavn - í Norðurlandahúsinum, Skálin, kl. 09.00-12.00.


Fundurin er ókeypis og fólk nýtast ikki at tekna seg.


Talan er um ein fakligan og politiskan fund, hvørs endamál er fyri tað fyrsta at lýsa støðuna og teir trupulleikar, sum eru á rehabiliteringsøkinum og sostatt alment varpa ljós á veruliga tørvin á einari skipan við rehabilitering.


Harafturat er endmálið at seta veruliga politiska gongd á hetta arbeiðið og byrja við at fremja nakrar lógarbroytingar og fáa politisku skipanina saman við avvarðandi stovnum at fara undir eina stovnan og uppbygging av einari rehabiliterings­skipan..


Skráin er býtt í tríggjar partar:


- Fyrsti partur snýr seg um, hvørjar avbjóðingar vit hava á rehabiliteringsøkinum í Føroyum, serliga tvørfakliga á heilsu- og almannaøkinum.


- Annar partur snýr seg um, hvussu rehabilitering er skipað í Danmark, og hvat vit kunnu læra av teimum umframt hvørjar ætlanir eru um menning.


- Triðji partur snýr seg um tiltøk, sum skulu til fyri at veruleikagera munandi framstig á rehabiliteringsøkinum, serliga innan lóggávuna.


Meira kunning við útgreinaðari skrá og lýsing av fundinum verður send út í næstu viku.


Sambandsflokkurin