Almennur fundur: Hvussu skipa vit rehabilitering í Føroyum?

Sambandsflokkurin skipar fyri almennum
fundi um rehabilitering undir heitinum “Hvussu skipa vit rehabilitering í
Føroyum”. Á fundinum fara fólk við hollum kunnleika og royndum innan
rehabilitering og heilsu- og almannapolitikk at halda framløgur og røða um
støðuna á rehabiliteringsøkinum í Føroyum og hvørjir møgu­leikar eru fyri
skjótari og lættari at seta í verk
eina rehabiliteringsskipan




Fundurin verður, hósdagin tann 25.
oktober 2018, í Tórshavn - í Norðurlandahúsinum, Skálin, kl. 09.00-12.00.




Fundurin er ókeypis og fólk nýtast
ikki at tekna seg.




Talan er um ein fakligan og politiskan
fund, hvørs endamál er fyri tað fyrsta at lýsa støðuna og teir trupulleikar,
sum eru á rehabiliteringsøkinum og sostatt alment varpa ljós á veruliga tørvin
á einari skipan við rehabilitering.




Harafturat er endmálið at seta
veruliga politiska gongd á hetta arbeiðið og byrja við at fremja nakrar
lógarbroytingar og fáa politisku skipanina saman við avvarðandi stovnum at fara
undir eina stovnan og uppbygging av einari rehabiliterings­skipan..




Skráin er býtt
í tríggjar partar:




- Fyrsti
partur snýr seg um, hvørjar avbjóðingar vit hava á rehabiliteringsøkinum í
Føroyum, serliga tvørfakliga á heilsu- og almannaøkinum.




- Annar partur
snýr seg um, hvussu rehabilitering er skipað í Danmark, og hvat vit kunnu læra
av teimum umframt hvørjar ætlanir eru um menning.




- Triðji
partur snýr seg um tiltøk, sum skulu til fyri at veruleikagera munandi framstig
á rehabiliteringsøkinum, serliga innan lóggávuna.




Meira kunning við útgreinaðari skrá og
lýsing av fundinum verður send út í næstu viku.




Sambandsflokkurin