
Almenn starvsfólk og lønarútgjaldingar
Skrivligur fyrispurningur nr. 44/2015 eftir tingskipanini § 52a til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um alment starvsfólk kring landið, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.
Spurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógv alment lønt starvsfólk arbeiða kring landið, uppgjørt eftir sama myndli, í hvørjari av sýslunum?
2. 2. Hvussu stór er almenna lønarútgjaldingin,
býtt eftir sama myndli, í hvørjari sýslu sær? Svar
Til spurning 1 og spurning 2:
Talt er upp í hvørjari sýslu sær.
Rættiliga neyvt er talt upp, hvussu nógv alment lønt størv eru eru hjá landinum í 2015, talt upp í ársverkum, og hvussu stórar lønarútgjaldingarnar hava verið, tilsamans 1,75 mia. fyri 4.442 ársverk. Talt er eftir, hvar arbeiðsgevarin býr.
Hjá kommununum vita vit ikki starvsfólkatalið, men bara lønarútgjaldingarnar. Ikki eru allir roknskapirnir komnir inn, men tað, sum vantar, fer ikki at broyta myndina stórvegis. Har, sum økið er í tveimum sýslum, hava vit býtt helvt um helvt (Sunda komm. og VEKS).
Eisini er sett í talvuna fólkatalið ultimo desember 2015 í einstøku sýslunum.
Býtið var hetta:
Sýsla |
Ársverk hjá landinum |
Lønarútgjaldingar í kr. hjá landinum í 2015 |
Lønarútgjaldingar hjá kommununum |
Lønarútgjaldingar tilsamans |
Fólk í Sýsluni |
Steymoyar |
3.192 |
1.269.986.290 |
555.561.915 |
1.825.548.205 |
23.309 |
Suðuroyar |
414 |
158.779.268 |
106.031.951 |
264.811.219 |
4.582 |
Norðoya |
355 |
140.881.790 |
131.960.143 |
272.841.933 |
5.934 |
Eysturoyar |
340 |
128.615.992 |
265.071.651 |
393.687.643 |
10.930 |
Vága |
113 |
42.479.311 |
69.307.679 |
111.786.990 |
3.102 |
Sandoyar |
28 |
10.006.214 |
24.713.853 |
34.720.067 |
1.265 |
Í alt |
4.442 |
1.750.748.865 |
1.152.647.191 |
2.903.396.056 |
49.122 |
Fíggjarmálaráðið 3. mai 2016
Kristina
Háfoss, landsstýriskvinna