Skrivligur fyrispurningur nr. 44/2015 eftir tingskipanini
§ 52a til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um alment starvsfólk kring
landið, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.
Spurningurin er soljóðandi:
1.
Hvussu nógv alment lønt starvsfólk arbeiða
kring landið, uppgjørt eftir sama myndli, í hvørjari av sýslunum?
2. 2. Hvussu stór er almenna lønarútgjaldingin,
býtt eftir sama myndli, í hvørjari sýslu sær? Svar
Til spurning 1 og spurning 2:
Talt
er upp í hvørjari sýslu sær.
Rættiliga
neyvt er talt upp, hvussu nógv alment lønt størv eru eru hjá landinum í 2015,
talt upp í ársverkum, og hvussu stórar lønarútgjaldingarnar hava verið,
tilsamans 1,75 mia. fyri 4.442 ársverk. Talt er eftir, hvar arbeiðsgevarin býr.
Hjá
kommununum vita vit ikki starvsfólkatalið, men bara lønarútgjaldingarnar. Ikki
eru allir roknskapirnir komnir inn, men tað, sum vantar, fer ikki at broyta
myndina stórvegis. Har, sum økið er í tveimum sýslum, hava vit býtt helvt um
helvt (Sunda komm. og VEKS).
Eisini
er sett í talvuna fólkatalið ultimo desember 2015 í einstøku sýslunum.
Býtið
var hetta:
Sýsla | Ársverk hjá landinum | Lønarútgjaldingar í kr. hjá landinum í 2015 | Lønarútgjaldingar hjá kommununum | Lønarútgjaldingar tilsamans | Fólk í Sýsluni |
Steymoyar | 3.192 | 1.269.986.290 | 555.561.915 | 1.825.548.205 | 23.309 |
Suðuroyar | 414 | 158.779.268 | 106.031.951 | 264.811.219 | 4.582 |
Norðoya | 355 | 140.881.790 | 131.960.143 | 272.841.933 | 5.934 |
Eysturoyar | 340 | 128.615.992 | 265.071.651 | 393.687.643 | 10.930 |
Vága | 113 | 42.479.311 | 69.307.679 | 111.786.990 | 3.102 |
Sandoyar | 28 | 10.006.214 | 24.713.853 | 34.720.067 | 1.265 |
Í alt | 4.442 | 1.750.748.865 | 1.152.647.191 | 2.903.396.056 | 49.122 |
Fíggjarmálaráðið 3. mai 2016
Kristina
Háfoss, landsstýriskvinna