Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Allur bati bøtir, sigur gamalt orðatak..

her hugsi eg um ferðsluruðulleikan í Havn. Ein lítil bati kundi verið um vit t.d., kundu gjørt okkara ørindi í nærumhvørvinum. Táið vit skulu til lækna er ikki óvanligt, at vit ferðast runt alla Havnina fyri at koma til lækna

Vísir veljarin mær álit og velur meg í býráðið, fari eg m.a., júst at arbeiða fyri, at fólk kunnu fara til læknan í nærumhvørninum.

 

Hoyvíkingar brúka læknahúsini í Kirkjustræti.

Fólk av Ternuryggi og har á leið brúka læknan í Berjabrekku.

Tey á Kommansmýru  brúka Miðlon og dalbúgvar og fólk har á leiðini brúka Læknahúsið í Gundadali og so framvegis.

 

Verða nýggj læknahøli bygd, skulu tey leggjast t.d. við Kongavarða ella aðrastaðni á Argjum, har nógv fólk búgva, so tað eisini verður høgligt hjá teimum at sleppa til lækna.

 

Á henda hátt kunnu vit partvíst minka um ferðsluna í býnum. Nú kunnu borgararnir evt., spáka sær ein túr til læknan!

 

Flytir ein í annað grannalag at búgva, verður samstundis skift til læknan í tí grannalagnum.

 

Hetta ber sjálvandi ikki til hjá øllum, og vil onkur ikki skifta lækna, so má tað sjálvsagt vera ein møguleiki.

 

Eg síggi hetta sum eina vinn, vinn støðu, Tú sleppur til læknan í nærumhvørvinum og samstundis ert tú við til at minka um ferðsluna og harafturat eisini minka um dálking.

 

VEL Danny!

Og tú fært ein praktiskan politikk!