Allur bati bøtir, sigur gamalt orðatak..



her hugsi eg um ferðsluruðulleikan
í Havn. Ein lítil bati kundi verið um vit t.d., kundu gjørt okkara ørindi í
nærumhvørvinum. Táið vit skulu til lækna er ikki óvanligt, at vit ferðast runt
alla Havnina fyri at koma til lækna





Vísir veljarin mær álit og velur meg í býráðið, fari eg m.a., júst at
arbeiða fyri, at fólk kunnu fara til læknan í nærumhvørninum.



 



Hoyvíkingar brúka
læknahúsini í Kirkjustræti.



Fólk av Ternuryggi og har á
leið brúka læknan í Berjabrekku.



Tey á Kommansmýru  brúka Miðlon og
dalbúgvar og fólk har á leiðini brúka Læknahúsið í Gundadali og
so framvegis.



 



Verða nýggj læknahøli bygd,
skulu tey leggjast t.d. við Kongavarða ella aðrastaðni á Argjum, har
nógv fólk búgva, so tað eisini verður høgligt hjá teimum at sleppa til lækna.



 



Á henda hátt kunnu vit partvíst minka um
ferðsluna í býnum. Nú kunnu borgararnir evt., spáka sær ein túr til læknan!



 



Flytir ein í annað grannalag at búgva, verður
samstundis skift til læknan í tí grannalagnum.



 



Hetta ber sjálvandi ikki til hjá øllum,
og vil onkur ikki skifta lækna, so má tað sjálvsagt vera ein møguleiki.



 



Eg síggi hetta sum eina vinn, vinn
støðu, Tú sleppur til læknan í nærumhvørvinum og samstundis ert tú við til at
minka um ferðsluna og harafturat eisini minka um dálking.



 



VEL Danny!



Og tú fært ein praktiskan politikk!