Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bill Justinussen

7 ár við ABC

 “Veljið okkum” rópa tey, sum seinastu 7 árini hava stjórnað Føroyum. Nú er løtan komin at eftirmeta avrikini.

2 milliardir skeiva vegin

Hesi 7 árini hava verið bæði góðar og ringar tíðir. Allíkavæl hevur ABC-samgongan økt landskassans skuld við heilum 2 milliardum, sum børn okkara skulu gjalda aftur. Tey hava lánt upp á nakkan á børnum okkara fyri at sleppa undan at fremja sparingar í almenna húsarhaldinum. Tey hava ikki dugað at lagt til síðis í góðum tíðum fyri at halda ímóti í ringum tíðum. Niðurstøðan má vera, at tey hvørki í góðum ella ringum tíðum hava dugað at stýrt.

 Arbeiðsloysi

Vit skulu heilt aftur til kreppuna fyrst í 90’unum fyri at finna slíkt arbeiðsloysi, sum politikkurin hjá ABC-samgonguni hevur orsakað. Hetta hóast vit ongantíð í søguni hava veitt so stórar nøgdir av uppisjóvarfiski. Í 60’unum livdu fleiri túsund føroyingar av at veiða og virka sild. Tá vóru nøgdirnar av sild bara lítil brotpartur av tí, sum vit í dag veiða av makreli. Er hetta góður politikkur? Um allan heim hava politikkarar eitt høvuðsmál: arbeiðspláss. Í ensktalani londum siga tey “create jobs” og í grannalondunum kalla tey tað “beskæftigelse”. Men í Føroyum yppir samgonguleiðarin øksl og sigur, at okkara støða er ikki verri enn í øðrum londum.

 Vinnan á landi

Hetta tíðarskeiðið eru 100-tals størv horvin í vinnuni á landi. Føroya Fiskavirking snaraði lykilin um, hóast samgongan hevði gyltan møguleika at bjarga teimum 800 arbeiðsplássunum. Meginparturin av hesum arbeiðsplássunum er burtur, og samgongan rættir ikki hond frá síðu fyri at betra um støðuna. Eitt samfelag livir av arbeiðsplássum – ikki av arbeiðsloysisskipanum.

 

Miseydnaðu projektini

Visjón 2015. Ólavsøkupakkin. Bústaðarpakkin. Fólkaskúlareformur. Kommunureformur. Fiskivinnureformur. Stjórnarskipan. EFTA- ella ES-limaskapur.

 Øll projektini eru miseydnað. Og allíkavæl ljóðar tað so vakurt og sannførandi, tá løgmaður triðja árið á rað á Ólavsøku rósar sær sjálvum og hinum fyri hesi ætlaðu brøgdini.

 

Ríkisfelagsskapurin

Onkursvegna tykist ríkisfelagsskapurin vera projektið yvir øllum hjá sitandi samgongu. Men hvat er hent? ONKI! Blokkurin er ikki hækkaður. Hann er ikki so mikið sum prístalsreguleraður, hóast høvuðspolitikkurin er at greiða frá teimum ólukkum, sum blokkskerjingin hevur elvt til. Megna okkara leiðarar onki? Hvat nyttar at fílast á uttan at venda gongdini?

 Hvat er til ráða at taka?

Tað verður ein vanlukka fyri land okkara, um sitandi samgonga heldur fram. Har er ongin styrki at fremja loysnir. Tað er so hjálparleyst at sita við róðrið uttan at stýra. Vanlukkuligt at biðja um ábyrgd fyri síðani at krógva seg í rúgvuni.

Tá man ikki megnar at stýra í góðum tíðum – og enn minni í ringum tíðum. Tá man ikki megnar at fremja góðar ætlanir. Tá man ikki megnar at skapa arbeiðspláss við heimsins dýrasta tilfeingi. Tá øll projekt eru miseydnað. Tá man lánir egnum ættarliði pening frá komandi ættarliði. Tá er man óegnaður at stýra. Seljandi smíl og snøgga slips løgmans megnar ikki at gjalda ovurstóru skuldina aftur. Heldur ikki at skapa nýggj arbeiðspláss. Emballaga er ikki nóg mikið, innihaldið er tað, sum umræður.

 Miðflokkurin hevur á Tingi víst á mangar loysnir, sum bøta um skaðarnar. Vónandi sleppa vit framat at fremja hendan politikk, so aftur verður livandi í Føroyum.

 Bill Justinussen