7 ár við ABC

 “Veljið okkum”
rópa tey, sum seinastu 7 árini hava stjórnað Føroyum. Nú er løtan komin at
eftirmeta avrikini.



2 milliardir skeiva vegin



Hesi 7 árini hava
verið bæði góðar og ringar tíðir. Allíkavæl hevur ABC-samgongan økt
landskassans skuld við heilum 2 milliardum, sum børn okkara skulu gjalda aftur.
Tey hava lánt upp á nakkan á børnum okkara fyri at sleppa undan at fremja
sparingar í almenna húsarhaldinum. Tey hava ikki dugað at lagt til síðis í
góðum tíðum fyri at halda ímóti í ringum tíðum. Niðurstøðan má vera, at tey
hvørki í góðum ella ringum tíðum hava dugað at stýrt.



 Arbeiðsloysi



Vit skulu heilt
aftur til kreppuna fyrst í 90’unum fyri at finna slíkt arbeiðsloysi, sum
politikkurin hjá ABC-samgonguni hevur orsakað. Hetta hóast vit ongantíð í
søguni hava veitt so stórar nøgdir av uppisjóvarfiski. Í 60’unum livdu fleiri
túsund føroyingar av at veiða og virka sild. Tá vóru nøgdirnar av sild bara lítil
brotpartur av tí, sum vit í dag veiða av makreli. Er hetta góður politikkur? Um
allan heim hava politikkarar eitt høvuðsmál: arbeiðspláss. Í ensktalani londum
siga tey “create jobs” og í grannalondunum kalla tey tað “beskæftigelse”. Men í
Føroyum yppir samgonguleiðarin øksl og sigur, at okkara støða er ikki verri enn
í øðrum londum.



 Vinnan á landi



Hetta
tíðarskeiðið eru 100-tals størv horvin í vinnuni á landi. Føroya Fiskavirking
snaraði lykilin um, hóast samgongan hevði gyltan møguleika at bjarga teimum 800
arbeiðsplássunum. Meginparturin av hesum arbeiðsplássunum er burtur, og
samgongan rættir ikki hond frá síðu fyri at betra um støðuna. Eitt samfelag
livir av arbeiðsplássum – ikki av arbeiðsloysisskipanum.



 



Miseydnaðu projektini



Visjón 2015.
Ólavsøkupakkin. Bústaðarpakkin. Fólkaskúlareformur. Kommunureformur.
Fiskivinnureformur. Stjórnarskipan. EFTA- ella ES-limaskapur.



 Øll projektini
eru miseydnað. Og allíkavæl ljóðar tað so vakurt og sannførandi, tá løgmaður
triðja árið á rað á Ólavsøku rósar sær sjálvum og hinum fyri hesi ætlaðu
brøgdini.



 



Ríkisfelagsskapurin



Onkursvegna
tykist ríkisfelagsskapurin vera projektið yvir øllum hjá sitandi samgongu. Men
hvat er hent? ONKI! Blokkurin er ikki hækkaður. Hann er ikki so mikið sum
prístalsreguleraður, hóast høvuðspolitikkurin er at greiða frá teimum ólukkum,
sum blokkskerjingin hevur elvt til. Megna okkara leiðarar onki? Hvat nyttar at
fílast á uttan at venda gongdini?



 Hvat er til ráða at taka?



Tað verður ein
vanlukka fyri land okkara, um sitandi samgonga heldur fram. Har er ongin styrki
at fremja loysnir. Tað er so hjálparleyst at sita við róðrið uttan at stýra.
Vanlukkuligt at biðja um ábyrgd fyri síðani at krógva seg í rúgvuni.



Tá man ikki
megnar at stýra í góðum tíðum – og enn minni í ringum tíðum. Tá man ikki megnar
at fremja góðar ætlanir. Tá man ikki megnar at skapa arbeiðspláss við heimsins
dýrasta tilfeingi. Tá øll projekt eru miseydnað. Tá man lánir egnum ættarliði
pening frá komandi ættarliði. Tá er man óegnaður at stýra. Seljandi smíl og
snøgga slips løgmans megnar ikki at gjalda ovurstóru skuldina aftur. Heldur
ikki at skapa nýggj arbeiðspláss. Emballaga er ikki nóg mikið, innihaldið er
tað, sum umræður.



 Miðflokkurin
hevur á Tingi víst á mangar loysnir, sum bøta um skaðarnar. Vónandi sleppa vit
framat at fremja hendan politikk, so aftur verður livandi í Føroyum.



 Bill Justinussen