Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pedofilur gongur leysur

Perla: Aftaná frídømingina av konuni og manninum týsdagin, er tað greitt, at nú gongur ein pedofilur leysur, antin kona ella maður, við svørtum hári. Oyggjatíðindi 1. oktober 2004.

Hví maðurin við reyðum hári nakrantíð bleiv dømdur, tá skjal 10 í Føroya rætti - ein læknakanning av dreinginum, Tummas Martin Vágseið, fyrilá, má verji hansara, Bjørn á Heygum, kunna svara uppá, ella ákæruvaldið, tí hvørki verjar ella ákæruvald kravdu hetta umtalaða hár DNAkannað fyri at finna sannleikan.

Tá hetta skjal hevur ligið í sakini síðani 20. mai 1998, er tað beinleiðis ósatt, at ákæruvald og rættarskipan bara hava havt frágreiðingarnar hjá børnunum at halda seg til.

Tey hava havt læknakanningina og hárið, men ongin fiskaði eftir sannleikanum.

Hetta sakarmál er nakað av tí grovasta reperatiónsarbeiði, sum ákæruvald, verjar og rætturin hava gjøgnumført í nýggjari tíð, og turkað uppá triðja persón.

Tey áttu at ómaka sær at fingið hárið DNA-kanna og sammett kanningina við hárini hjá teimum ákærdu. Nakrar syndarligar lagnur komu burturúr hesum dovinskapi, og má hetta vera ein lærupeningur fyri eftirtíðina, at politi ákæri verjar og dómsvald, tryggja, at slík føst prógv koma til sættis, og at revsirætturin kemur uppá eitt virðiligt støði.

----

Vit fara eisini at lýsa hvussu effektivt útvarpið framdi sensur í Fimmara fyri at sleppa undan at svara kritiskum spurningum. Í so má aer onki broytt síðani 2004.