Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ZAREPTA - móttøka

Í góðveðrinum leygardagin 21. mai,  vóru millum 500 og 600 fólk, ið vóru komin  til móttøku í Zarepta í sambandi við, at nýggja stórhúsið varð tikið í brúk. Móttøkan var frá kl.14.00 til kl.17.00. Tey vitjandi vóru boðin at síggja nýggja húsið, og eisini at síggja gamla húsið (upprunahúsið), har kømurini eru innrættaði av nýggjum við nýggjum sengrum, ætlaði til starvsfólkið burturav.

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Kl.15.00 var samkoma við  fullsettum sali, har Birgir Andreassen, Poli Vang og Heini Heinesen greiddu frá  tilgongdini, heilt frá nevndaravgerð, samráðingum við jarðareigarar, komunalar myndugleikar og sjálvari byggingini. Tað var í 2006, at nevndin í Zarepta gjørdi av at fara undir byggingina; sostatt hevur nýbyggingin tikið 10 ár. Størsti parturin av arbeiðinum hevur verið sjálvboðin arbeiðskraft. Poli Vang upplýsti, at sjálvbodna arbeiði telur 20 ársverk í alt - tað hevði einki Zarepta verið, um ikki sjálvboðin arbeiðsmegi var ein veruleiki!!! 

Seinastu árini hevur verið arbeitt hvønn týsdag, fríggjadag og leygardag, og sosiali og andaligi felagsskapurin millum arbeiðsfólkið hevur verið framúr góður. Poli Vang tók soleiðis til: Vit eru spard fyri arbeiðsvanlukkur, mær vitandi hava vit altið klárað tað við einum heftiplástri, tað eru vit takksom fyri.” 

Móttøkan byrjaði við barnasanginum. “Besta bók av bókum er, bíblian hjá mammu er!”  Tað varð lagdur dentur á í dag, at endamálið við Zarepta hevur verið og framvegis er “at vísa á bíbliuna sum bók bókanna og at vinna børnini fyri Jesus,” segði Birgir Andreassen, sum eisini er limur í nevndini.  

Í 1967 varð fyrsta húsið reist, og 11 ár seinni í 1978 varð næsta húsið tikið í brúk, og í dag, 38 ár seinni, verður triðja húsið tikið í brúk. Tá nevndin fyri 10 árum síðani gjørdi av at økja um Zarepta, varð avgerð tikin um, at ein langtíðarætlan skuldi leggjast, sum skuldi ganga náttúrliga inn í verandi bygningar og umhvørvi. Selmar Nielsen Arkitektar fingu til ábyrgd at gera hesa heildarætlan ítøkiliga.  

17 sangarar úr Klaksvík, stjórnaðir av Jógvan við Keldu, sungu undir móttøkuni. Tey høvdu valt tvey lovsongsløg, tí, sum Jógvan segði: “Vit hava orsøk at lovsyngja Harranum í dag!”

GÁVA
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága Kommunu, bar fram eina heilsan vegna komununa, og handaði Zarepta eina klokku av føroyskum gróti. Tað var Símun Pætur á Torkilsheyggi, sum tók ímóti vegna Zarepta.

NÝGGJ NØVN
Tað, sum fólk vóru spent upp á at hoyra, vóru nøvnini, sum navnanevndin hevur valt at seta á tey trý húsini, sum í dag mynda Zarepta. Seinastu tíðina hava fólk havt møguleika at koma við uppskotum til nøvn, og fleiri uppskot komu inn. Nevndin varð samd um, at øll nøvnini skuldu enda við LON, sum, sambært málkønum, eisini merkir hús. Fleiri av navnauppskotunum vórðu knýtt til orðið LON. Avgjørt var, at nøvnini skuldu verða avdúkaði undir móttøkuni. Tað var Beinta Vang, sum var ein  av limunum í navnanevndini, sum avdúkaði nøvnini: 

Upprunahúsið eitur HEIMARALON; húsið frá 1978 eitur OVARALON, meðan nýggja húsið eitur NIÐARALON. Tað var hildið at vera praktiskt at geva bygningunum nøvn. Upprunanavnið ZAREPTA er framvegis almenna navnið, sum fevnir um alt økið og virkið.

At man valdi at brúka orðavendingina “Heimara....,” er m.a. tann, at í Vatnsoyrum  er tað vanligt málbrúk at siga heimanfyri. Av teimum trimum lonunum, sum í dag mynda Zarepta, er upprunahúsið tað sunnasta og harvið tað heimasta. Tað varð tí hildið, at tað m.a. av hesi orsøk var hóskandi at nýta navnið HEIMARALON.

Stórt sjálvtøkuborð við køkum var sett upp í matarhøllini.

Í 2017 verða tað 50 ár, síðani Zarepta varð tikið í brúk.