Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Zakarias Wang: Ein spurningur um mína samvitsku

Í viðmerking til avgerðina, at stilla upp til løgtingsvalið fyri Nýtt Sjálvstýri, og siga farvæl til Tjóðveldi, sigur Zakarias Wang: - Tað ber ikki til hjá mær at stemma uppá ein flokk, ið tekur móti stuðli frá Danmark. Tað er móti míni samvitsku. 

Zakaris Wang hevur verið limur í Tjóðveldi síðani 1967.

- Tað er soleiðis, sigur Z.W. við in.fo, at tað ikki vóru nógvir møguleikar aftaná fólkatingsvalið. Eg fór uppá val við tí endamáli, at ikki taka móti stuðli frá Danmark til politiskt virksemi. Nýtt Sjálvstýri var einasti flokkurin, ið tók undir við tí. 

- Teir bjóðaðu mær limaskap í flokkinum. Eg kom til tað niðurstøðu, at teir ynskja sjálvstýri, so eg eg tók av aftaná umhugsunartíð. Síðani varð eg spurdur, um eg vildi stilla upp. Tað mátti eg hugsa um, og kom til tað niðurstøðu, at um flokkurin manglaði fimm atkvøður í at sleppa á ting, so hevði tað verið spell, um eg ikki hjálpti teimum. So tað endaði við, at eg segði ja, verður staðfest í samrøðuni. 

Um avgerðina at siga farvæl við Tjóðveldi, har hann hevur verið limur í 48 ár, sigur hann, at tað var ein spurningur um sína samvitsku.

- Tað ber ikki til hjá mær at stemma uppá ein flokk, ið tekur móti stuðli frá Danmark. Tað er móti míni samvitsku, sigur Zakarias Wang, at enda í samrøðuni.