Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Zakarias fekk stóra breidd í umrøðuni

Tann sokallaði óhefti stovnurin, sum eisini kallast Setrið, hevur átikið sær leiklutin, sum klovnurin, ið skal tryggja hvar størst trúvirði er at finna. Av somu orsøk hevur stovnurin lítið og onki álit millum manna. 

Dan Klein, skrivar: 

Herfyri søgdu tey, at ein kanning var gjørd av umrøðuni av politisku flokkunum í føroysku miðlunum. Men bara tað, at ávísir miðlar vóru valdir frá, ger, at kanningin var ikki álítandi. Men soleiðis er hetta samfelag skipað. Klan- og bólka-samfelag við fordómum um "hini".

Her kunnu vit t.d. nevna, at tað var www.oyggjatidindi.com ið avdúkaði, at Zakarias Wang, var jokarin hjá Nýtt Sjálvstýri, og ikki Bjørn á Heygum, sum kortini eisini gjørdist valevni hjá flokkinum til komandi løgtingsval.

Tíðindini um Zakarias Wang, góvu eina eksponering gjøgnum Facebook-síðuna hjá Oyggjatíðindum uppá 2.301 sum vóru farin gjøgnum Facebook síðuna, og inn á www.oyggjatidindi.com at lesa tíðindini. 

Umframt at koma í gjøgnum Facebook, hava fleiri valt Oyggjatíðindi, sum byrjunarsíðu, og onnur koma inn við at trýsta adressuna, men uppaftur fleiri nýta Google-leitingina, so disponeringin av tíðindunum um Zakarias Wang, kann gott hava verið upp í móti 10 túsund.

Men tað telur ikki við hjá teimum, sum hava sett sær fyri, at ávísir fjølmiðlar eru ikki til, um tey hava fingið boð um tað frá teimum, tey renna ørindir fyri.

Útbreiðslan av tíðundum hevur onki við miðlar ella persónar at gera, men bara boðskapurin. Er boðskapurin nóg kontroversiellur og áhugaverdur, so kemur hann uppá ljóstalvuna hjá brúkaraskaranum. Restin hoyrir heima í Taliban-landinum hjá Fróðskaparsetrinum, Kringvarpinum, og teimum, hesi sensurhungrandi tollar renna ørindir fyri.

Pínligt!