Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirtrúgv, mýtir og sagnir eru ikki veruleikin

Til bert fyri umleið eitt hundrað árum síðani hildu nógv, at møttu útróðrarmenn konufólki, tá teir vóru á veg til útróðrar, so kundu teir eins væl venda við og fara heim. Teir fingu ongan fong álíkavæl. (Mundi tað vera nakað um tað?)

Og fyri at verja seg ímóti øllum illum, lótu mong seg í okkurt rangvørt plagg, tí so hildu tey, at onki ónt rein við. Onkur gongur – av somu orsøk – soleiðis enn. (Mann verjan vera í lagi?)

Íbygdir steinar hava fylt nógv ígjøgnum tíðirnar, eisini í okkara tíð, meðan landsvegirnir hava verið bygdir. Teir hava ávirkað vegakervið í stóran mun, tí landsverkfrøðingurin hevur verið bombarderaður av fólki við umbøn um: vælsignaður ikki at sprongja hendan ella handan steinin, tí fólk búði í teimum, Mangir steinar fingu frið, og fleiri vegir fingu eitt eyka sving, meðan fólkini prísaðu seg lukkulig, tí nú hendi eingin vanlukka .(Vóru tey vard?)

Og mong hava hildið, at menniskju hava búð í kópahamum, og av somu orsøk hava fá skotið kóp og etið hann, men nøkur fá hava torað, og tey siga at kópurin er vælsmakkandi. (Mann menniskja nakrantíð búð í kópahami?)

Í 60-num var eg og fiskaði sild. Í síðstu setu fingu vit nógvan makrel, men vit kundu ikki fáa hann til matna, tí sagt varð, at hann livdi av druknaðum sjómonnum. Hvat nú? Nú bardagi er um makrelkvoturnar? Hvat livir hann av nú? (Passar tað?)

Nógvar horur vóru fyri ikki so ræðuliga mongum áðrum síðani. Tey ógiftu, ið høvdu sex, og á einhvønn hátt vórðu avdúkað, fingu tað kristiliga horustemplið í høvd og reyv, og soleiðis dømd og fordømd máttu tey fjakka foldum á. Nakrar, ið blivu við barn, føldu seg noyddar at flýggja av landinum, og summar av teimum burturadopteraðu børnuni, so tey kundu sleppa undan tí kristiligu forfylgingini. Kærleiksboðið var skrottað.Óndskapurin blómaði. Hví vóru genturnar soleiðis viðfarnar? Hvat við monnunum, sum høvdu spælt við?)

Og so eru tað hini samkyndu, ið ikki mugu fáa javnrættindi, tí tey eru samkynd. Men hví eru tey samkynd? Eru tey ikki skapt av Skaparanum á sama hátt, sum vit onnur eru tað? Hví vilja nøkur sjálvútvalgd útnevna seg til dómarar og døma og forfylgja øllum teimum, sum ikki liva í teirra mynd. (Eru tey Skaparans forlongdi armur, ella byggir alt á eina misskiljing? )

Tí upprunin til homoforboðið er at finna fyri túsundvís av árum síðani, tá jødarnir livdu millum fremmandar stammur. Jødarnir vildu halda fast upp á allar jødarnar og settu tí ymisk forboð, soleiðis at eingin fór yvir til nakran annan. Eitt av forboðnum var, at homosex skuldi vera forboðið, tí onkur av stammunum, ið vanligir jødar føldu seg drignar av, til cerimoniellar samverur praktiseraðu homosex. Ein praktisk – als ikki guddommulig – loysn tá ið tíðini. Jødarnir skuldu halda saman við jødum og ongum øðrum. Og so varð. Spell at hetta fekk stórar konsekvensir fleiri túsund ár seinri fyri tey homoseksuellu. Bert tí, at tey eru, tað tey eru. (Munnu okkara føroysku dómarar vita, hví teir døma?)

Aðrar tílíkar loysnir vórða framdar, sum hildu jødarnir burtur frá slangukultinum, ið var praktiseraður av øðrum grannafólki hjá jødafolkunum. Slangan varð í hesum førinum gjørd til hana, ið við svikið fekk Adam og Evu at synda, soleiðis at tey vórðu koyrd út úr Paradísi. Sjálvandi hildu jødarnir aftaná jødaútleggingina í mest møguligan avstand frá øllum, sum hevði við slangukult at gera. Hvat annað. Málið var rokkið.(Hvat sigur søgan um Slanguna?)

Fólk, ið ræðast homoseksuel hava eina fobi, ið kallast fyri homofobi. Tað finnast nógvar fobiir – kanska 50 sí Google – og ein og hvør kann fáa hjálp frá sakkønum og lærdum fólki.

Annars kenni eg onki til, at tað eru tey homoseksuellu, ið neyðtaka og fremja pædofili. Tey biðja bert um javnrættindi, og tey eiga sjálvandi javnrættindi í einum demokratiskum samfelagi. Vónandi síggja fleiri, at veruleikin ikki altíð er, soleiðis sum hann sær út, og slettis ikki, sum hann verður sagdur at vera. Ofta má gravast nakrar spakar niður, áðrenn sanna ljósið skínur, men tað betalir seg altíð at grava, serliga tá onnur biðja teg um at gevast, tí tá er ofta stórur fongur.

Dagfinnur Danbjørg.