Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirtøka: Lýsa eftir leiðara til heilsuhús

Tórshavnar kommuna søkir nú eftir leiðara til nýstovnað Heilsuhús, sum skal veita tænastur til aldrandi borgarar. Hetta er í sambandi við, at Tórshavnar kommuna tekur yvir økið frá landinum 1. januar 2015.

Økið hevur fingið heitið Heilsu- og umsorganartænastan.

Tórshavnar kommuna hevur valt at skipa økið í tríggjar eindir við einum leiðara fyri hvørja eind. Teir tríggir leiðararnir mynda saman leiðsluna fyri Heilsu og umsorganartænastuna, tó hevur leiðarin av Heilsuhúsinum endaligu leiðsluábyrgdina í Heilsu-og umsorganartænastuni.

Tvær av eindunum eru integreraðar eindir við búplássum og heimatænastu.

Triðja eindin er Heilsuhúsið, ið húsar visitasjón og ymisk toymi, sum veita tænastur til hinar eindirnar. Eisini verða dagtilhald og onnur tilboð til brúkararnar umsitin í Heilsuhúsinum. Leiðarin í Heilsuhúsinum hevur yvirskipaða leiðslu av økinum í mun til leiðslubólkin.

At skipa Heilsuhúsið er liður í arbeiðinum hjá Tórshavnar kommunu at skipa økið eftir tørvinum hjá aldrandi borgarum í kommununi. Býráðið hevur sett út í kortið yvirskipaðu politisku málini. Dentur verður lagdur á, at øll skulu virka í tryggleika og nærleika.

Í hesum sambandi hevur Býráðið orðað nøkur yvirskipað politisk mál soleiðis, at borgarar, sum eru komnir til árs, fáa góða heilsurøkt og umsorgan, so tey kunnu vera virkin og vakin alt lívið.** Tórshavnar kommuna ynskir at ganga á odda at geva aldandi borgarum eina góða tænastu. Tí verður nú søkt eftir leiðara til nýggja Heilsuhúsið.

Leiðarin í Heilsuhúsinum skal hava viðkomandi heilsufakliga útbúgving við eftirútbúgving á diplom-, master- ella kandidatstigi innan leiðslu, fyrisiting, fíggjarstýring ella líknandi. Umsøkjarin skal hava førleikar og eginleikar at seta í gongd, samskapa, samskipa, virka fyri trivnaði og einum lærandi umhvørvi.

Umsøkjarin skal vera dynamiskur og kunna virka í skjótt broytiligum umstøðum, hava nýskapandi tilgongd og hava gott yvirlit. Tað er krav, at umsøkjarin hevur royndir í leiðslu og fíggjarstýring.

Starvið verður sett 1. oktober 2014 ella eftir nærri avtalu.